Ítróttur

Bagge: Stór og spennandi avbjóðing

FSF: Hóskvøldið klokkan 19:45 stendur føroyska U21-landsliðið yvir fyri einum av sínum størstu avbjóðingum seinastu árini, tá Frakland tekur ímóti á Stade de l’Épope í Calais

Sámal Erik Hentze leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til stóru uppgávuna móti Fraklandi - Mynd: Andrass Thomsen

Sámal Erik Hentze leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til stóru uppgávuna móti Fraklandi - Mynd: Andrass Thomsen

2022-03-24 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

– Franska U21-liðið er mannað við leikarum, sum dagliga spæla í størstu kappingunum í Evropa, so tað er einki at ivast í, at hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men hvørki teir ella vit hava gloymt javnleikin í Gundadali í fjør, so tað er sjálvandi við góðum treysti, at vit fara á vøllin aftur hesaferð, sigur føroyski venjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Undan U21 EM-undankappingardystinum hóskvøldið millum Frakland og Føroyar, sum byrjar klokkan 19:45 føroyska tíð, eru fraklendingar nummar 1 í bólkinum við 16 stigum eftir seks dystir. Frakland hevur vunnið 5 dystir og spælt ein javnan, og málmunurin er 20-1.

Einastu fer, teir ikki eru farnir av vøllinum við fullari úrtøku í hesari undankappingini, var tá fraklendingar máttu noyðast við 1-1 javnleikin á Ovara vølli í Gundadali í fjør.

– Teir (fraklendingar, blaðm.) eru krútsterkir, tað vita vit. Men vit skulu allíkavæl ikki gera teir betri enn neyðugt. Tí tað er einki at ivast í, at okkara spælarar kunnu geva teimum ein skarpan gang. Tað prógvaðu vit á heimavølli í fjør, sigur Sámal Erik Hentze.

Føroyar eru á 3. plássi í bólkinum við 6 stigum, sum eru komin í hús við sigri á Armenia, og trimum javnleikum móti Fraklandi, Norðurmakedónia og Serbia.

U21 EM-undankappingardysturin millum Frakland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á kvf.fo, og byrjar sum áður nevnt klokkan 19:45.

Seinnapartin mikudagin vandi føroyska liðið á leikvøllinum, har U21 EM-undankappingardysturin móti Fraklandi verður spældur – Mynd: Andrass Thomsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder