Tað er ikki rætt.
Bakkafrost leggur seg als ikki út í, hvussu landið velur at leggja ein møguligan Suðuroyartunnil.
Talan er um eina almenna verkætlan, sum er landsins ábyrgd, og sum verður umsitin og avgjørd av myndugleikunum.
Sum eitt stórt føroyskt virki hevur Bakkafrost sjálvandi áhuga í, at góð ferðsluviðurskifti eru millum landslutir — eisini til Suðuroyar og Skálavíkar, har fyritøkan byggir eina nýggja smoltstøð. Men Bakkafrost hevur ongantíð hvørki viðmerkt ella umrøtt síni áhugamál við nakran av pørtunum, hvørki so ella so.
Bakkafrost
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald