Vinna

Baldur Bartalsson fekk ein stóran laks í Dálánni í Kollafirði

Sunnukvøldið 27. august 2023 fiskaði Baldur Bartalsson, ein 12 ára gamal Kollfirðingur, ein stóran laks í Dalánni í Kollafirði.

2023-08-29 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Klokkan var 21.00 og hann var við at rigga av og hevði ringt eftir mammu síni, men valdi at sleingja eina síðstu ferð, meðan hann bíðaði.

Tá hevði hann staðið og fiskað síðani kl. 18.00, men onki beit á. Eydnan var við honum hesaferð! Fyrst merkti hann eitt lítið nipp, men skjótt gjørdist tað greitt, at hetta var ikki ein lítil fongur. Nú var onki at ivast í - hetta mátti vera ein laksur.

Laksurin setti nógv á og hann svam villur oman og niðan eftir ánni. Tað var ikki bara sum at siga tað, at draga laksin inn. Tað tók nær við tveir tímar at fáa laksin inn. Tá vóru fleiri áskoðarir komnir, m.a. tveir góðir vinmenn. Mamman mátti koyra til hús eftir glúpinum, tí hesin laksurin vísti seg at vera sera stóran. Við góðum samstarvi fingu vinmenninir gjúpa laksin upp á land. Tað vísti seg at vera ein villlaksur. Hann vigaði 7,3 kg ókruvdur og var 87 cm langur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder