Vinna

Bátur fór at leka vestanfyri Sandoynna

Fyrrapartin í gjár fór ein bátur at leka.

2026-04-21 07:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrrapartin í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur var farin at leka vestan fyri Sandoynna. Báturin hevði tørv á hjálp og sleipi til lands.

Bátur nærhendis var biðin um at sigla til bátin, ið lak, og liggja klárur at veita hjálp um neyðugt.

Rescue Sverri kom bátinum til hjálpar, og sleipaði hann inn á Miðvág. Uppgávan tók 4 tímar og 30 minuttir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder