Annað

Bilar hava staði fastir á hálsinum norðanfyri Sandavág í nátt

Tað hevur verið sera hált, og tað gav trupuleikar á Sandavágshálsi í nátt.

Savnsmynd

Savnsmynd

2026-03-25 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru seinkingar í flogferðsluni, og hevði tað við sær, at okkurt flogfar hjá Atlantic Airways kom í nátt. Tá ið fólk vóru áveg heim, var sum á kalvabakið á Sandavágshálsi, og hevur tað havt við sær, at bilar hava staði fastir har um trý-fýra tíðina í nátt.

Annars upplýsir løgreglan, at nakrir stormskaðar vóru í Suðuroynni fyrrapartin í gjár. Talan var um skaðar í Hvalba og Vági.

Ferðsluløgreglan var úti í gjár, og har var ein tikin fyri at koyra 96 km/t millum Fjarða. Umframt at okkurt minni hálkuóhapp var norðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder