Vinna

Bíligari og burðadyggari valmøguleiki

Krás hevur framleitt nýtt slag av malnum oksa- og svínakjøti, har 25% av vøruni er gularót

2025-11-05 12:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Altjóða prísurin á kjøti er hækkaður nógv seinastu árini, og tí er hetta eitt bíligari alternativ til siðbundna malna kjøtið.

Samstundis er hetta ein meira umhvørvisvinarlig loysn, tí framleiðsla av kjøti útletur meira CO2 enn framleiðslan av grønmeti.

Ásbjørn A. Midjord, leiðari á Krás í Hósvík, fegnast um at kunna bjóða nýggju vøruna og sigur, at "uttanlands er henda vøran vorðin alsamt meira vanlig sum ein bíligari og burðadyggari valmøguleiki til malna kjøtið, og tí ynskja vit at vita um undirtøka er fyri hesum øðrvísi møguleikanum í Føroyum."

Nýggja Krás vøran hóskar væl til eitt nú kjøtsós, taco, pastarættir og hakkibúffar, og er nú at fáa í Á-handlunum og Samkeyp.

Vanligur prísur er uml. 400 g fyri einans 40 kr (100 kr/kg).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder