Og nú fingu vit tað so aftur staðfest við tveimum strikum undir: Føroyar sleppur ikki atluttaka til OL, punktum.
Hetta hava tey flestu av okkum vitað í langa tíð. Tað nýggja er kanska, at nú hevur ÍSF eisini givið skarvin yvir, og kastað bóltin aftur til politikararnar.
Tað margháttliga við støðuni er, at teir flestu politikararnir í Føroyum langt síðani
hava hugt hvønn annan í eyguni og sagt, at vit skulu fara eftir ta eyðsýndu loysnina, sum loysir trupulleikarnar í einum
6 av 7 flokkum hava langt síðani givið løgmanni - fyrst Aksel V. Johannesen og nú Beinir Johannesen - heimild til at fara eftir loysnina sum ger, at Føroyar lúka formligutreytirnar hjá IOC. Beinir Johannesen hevur fingið heimild til at fara til samráðingarvið Danmark um at Føroyar skulu verða ein sjálvstøðug tjóð, við fullum stuðli fráøllum flokkum uttan ein.
Loysnin er kend, og heimildin hjá løgmanni er uppá pláss. Spurningurin er, um
løgmaður fer at brúka sín stuðul frá øllum flokkunum í Føroyum uttan ein til at velja eyðsýndu loysnina, ella um hann fer í holtur við okkurt annað, ið ikki fer at berokkum á mál.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald