Hvalbingar og vestmenningar hava nú yvirtikið Biritu

Jókin (P/r) er nú skrásettur eigari av Biritu..

2026-11-19 20:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdu P/f Jókin og P/f Vestmanna Fiskavirki í felag avtalu við Sp/f Gráastein um keyp av uppisjóvarskipinum "Birita" við tilhoyrandi veiðiloyvi og øllum fiskirættindum.

P/f Jókin, sum eigur Arctic Voyager stendur aftanfyri keypi við 60%. P/f Vestmanna Fiskavirki stendur aftanfyri keypi við 40%. Ætlanin er at tey býta kvoturnar eftir sama lutfallið, og verður skipið Birita síðani seld aftur. Birita kom annars í føroyska flotan í 2021.

Keypsprísurin liggur um 300 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder