Vinna

Fiskidagar í bólki 5A fluttir í bólk 5B

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið hevur tikið avgerð um at flyta 250 fiskidagar frá bólki 5A til bólk 5B, vísandi til § 4, stk. 5 í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B o.a., sum seinast broytt við kunngerð nr. 100 frá 13. november 2026..

2026-11-18 18:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Vørn skal boða frá, at bólkur 5B hevur fiskað 183 fiskidagar upp um áður setta markið. Hetta merkir, at av teimum 250 døgunum eru einans 67 fiskidagar eftir.

Fiskiskapurin kann byrja beinanvegin.

Í løtuni eru sostatt 278 fiskidagar eftir í bólki 5A og 67 fiskidagar eftir í bólki 5B.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder