Ikki av ítróttaligum orsøkum, men tí núverandi ríkisrættarliga støða forðar okkum.
Hetta er púra greitt.
Tað er eingin vegur uttanum. Og vit kunnu ikki peika eftir øðrum longur.
Nú liggur bólturin hjá okkum.
Øll politiska skipanin er samd um, at vit skulu hava limaskap í IOC. Tað stendur eisini í samgonguskjalinum.
Men limaskapur í IOC er bert ein lítil partur av orsøkini til, at vit mugu broyta verandi karmar í ríkisfelagsskapinum.
Í heila tikið geva verandi karmar ikki Føroyum tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi.
Hetta er staðfest ferð eftir ferð - og eisini niðurfelt í samgonguskjalið.
Skal eg gera mína skyldu sum løgmaður, er tað neyðugt hjá mær at taka hvørt orð í samgonguskjalinum í fullum álvara.
Mítt mál er at finna eina loysn millum allar flokkar, og tí havi eg fyri løtu síðani kallað øll forfólkini á fund í næstum at umrøða, hvussu vit í felag koma víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald