2026-04-22 08:50
Á middegi í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein einsamallur maður umborð á einum tróðarabáti fekk trupuleikar við motorinum.
Hann var tá staddur 1/2 fj. norður úr Stakkinum. Rescue Vón var sendur eftir bátinum og fekk hann trygt inn til Eiðis, tað skrivar MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald