Vinna

Borgarin, Ango, Arctic Voyager og Katrin Jóhanna skulu landa til Havsbrún

Føroysku svartkjaftaskipini fáa nógvan svartkjaft

2024-04-26 08:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seint í gjárskvøldið byrjaði Borgarin at landa til Havsbrún. Borgarin hevur 2300 tons av svartkjafti.

Ango eigur landingartørn í kvøld, teir hava 1550 tons av svartkjafti.

Arctic Voyager sleppir framat í morgin, og hava teir 1900 tons av svartkjafti.

Katrin Jóhanna hevur 1750 tons av svartkjafti, og eigur landingartørn sunnumorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder