Vinna

Brimil, Ziska og Tjaldrið hava havt uppgávur seinastu dagarnar

Útróðrarbátar høvdu brúk fyri hjálp.

2026-03-15 18:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga seinnapartin fríggjadagin fekk ein útróðrarbátur trupuleikar á Norðhavinum. Boð blivu send eftir Brimli, sum sleipaði bátin til lands. Uppgávan tók 4 tímar og 30 minuttir.

Seint seinnapartin fríggjadagin fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan frá einum útróðrarbáti, sum hevði brúk fyri hjálp. Báturin var staddur eystanfyri, og sleipaði Ziska bátin til lands. Uppgávan tók 3 tímar og 30 minuttir.

Tíðliga leygarmorgunin fekk aftur ein útróðrarbátur trupuleikar á Norðhavinum. Tjaldrið sleipaði bátin til Eiðis, uppgávan tók 2 tímar og 30 minuttiir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder