Fundarstjóri er Kári Thorsteinsson
10:00
Skráseting
10:30
Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna
10:40
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
11:10
Búnaðarstovan
Tróndur G. Leivsson, stjóri
Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi
12:00
Miðmálið
13:00
IRF – Tað sum eftir er
IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.
Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.
13:20
Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið - status
13:50
MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum.
- Mjólkavinnan í dag
- Ís og ostframleiðsla
14:10
Tann Grøna Matveitingin
Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun.
Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna.
Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur
Ta Grønu Matveitingina.
14:30
Sigurður Torfi Sigurðsson, Ráðgevi á RML (IS)
Búnaðarsamstarv - Burðardygg Jarðarraøkt Tvørtur um Norðanlond
14:50
Hagstovan
15:10
Kallsgarður
15:30
Føroyska Rossið í landbúnaðinum.
Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna vegna Felagið Føroysk Ross og Jóna Adelaide Ólavsdóttir, røktari á Búnaðarstovuni, vegna Búnaðarstovuna
15:50
Framløgur liðnar – kaffi vm.
16:15
Kjakfundur
"Er landbúnaðurin á einum vegamóti, fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a."
- Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast.
- Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg.
- Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir.
- Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið.
Kjakfundurin verður stroymdur í samráð við Norðlýsið.
Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.
Allir politiskir flokkar verða umboðaðir.
18:00
Liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald