Annað

Dagførd ferðaætlan á Hest- og Sandoyarleiðini

Broytt ferðaætlan á leið 60 og 61 kemur í gildi hósdagin 29. juni og er galdandi til og við sunnudagin 20. august 2023.

2023-06-29 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Strandferðslan ger, frá hósdegnum 29. juni 2023, fyribils dagføringar á ferðaætlanunum á ávikavist Hest- og Sandoyarleiðini.


Leið 60: Sandoyarleiðin


Á Sandoyarleiðini verður ein farmatúrur settur inn av Gomlurætt kl. 14:40 og úr Skopun kl. 15:10 afturat verandi níggju dupulttúrum gerandisdagar.

Á hesum túrum hevur farmur og last- og vørubilar framíhjárætt, tó at avmarkað pláss er fyri persónbilum undir 1,90 m hædd.


Túrarnir av Gomlurætt og úr Skopun frá kl. 15:50 til 21:20 eru fluttir til 10 minuttir seinni:


Gamlarætt – Skopun 15:50 à16:00

Skopun – Gamlarætt 16:35 à 16:45

Gamlarætt – Skopun 17:20 à17:30

Skopun – Gamlarætt 18:35 à 18:45

Gamlarætt – Skopun 20:00 à20:10

Skopun – Gamlarætt 20:40 à 20:50

Gamlarætt – Skopun 21:20 à21:30



Akfør hægri enn 2,50 m. verða bert tikin við av Gomlurætt, um pláss er, á hesum túrum:

- 16:00 Mánadag – fríggjadag (víst verður til túrin kl. 14:40 av Gomlurætt)

- 20.00 Fríggjadag


Tó sleppa hesi akfør nú við av Gomlurætt kl. 17:30 (áður 17:20)


Akfør hægri enn 2,50 m. verða eins og frammanundan ikki tikin við úr Skopun uttan at pláss er, á hesum túrum:

- Sunnu- og leygardagar kl. 14:00

- Sunnu- og leygardagar 16:35


  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder