Lýsing

Direktør P. Gorm-Petersen og hustrus legat til fordel for sidstnævntes slægtninge

Býtið av legatpørtum fyri 2025 fer fram í oktobur mánaða.

2025-10-06 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar.

Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum, hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen.

Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgupeningur er neyðugur.

Umsóknarfreistin er 20. oktobur 2025 og saman við umsóknini skal sendast:

1. Bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark)

2. Ljósprent av dóps- ella navnabrævi

3. Frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm- Petersens

4. Frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til

5. Váttan frá útbúgvingarstað (t.d. skúla ella læruplássi) við frágreiðing um, nær út- búgvingin er byrjað og longdin á útbúgvingini

6. Upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum

7. Banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans

Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýsingar og váttanir innan ásettu freistina, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd.

Umsókn og kravd fylgiskjøl skulu sendast legatnevndini sum teldupostur til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder