Ítróttur

Dráttur og SÍ leiktu ein spennandi dyst

-

2022-03-06 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Dráttur, sum seinastu umførini er dragnað, hevði í vágauppgerðini á Giljanesi í gjár møguleika at leggja seg upp undir liðina á SÍ á øðrum plássi. Tað sá eisini gott út eftir fyrsta sett, sum Dráttur vann 25-20, men SÍ kom fyri seg og vann 5-settan og javnbrótaran 15-13 eftir dygga mótstøðu frá Drátti, sum datt niður á fjórða pláss við sama stigatali, men verri settmuni enn KÍF, sum sannførandi vann 3-0 á Mjølni.

Lítið talar fyri, at tað verða onnur enn Fleyr og SÍ á ávikavist fyrsta og øðrum plássi, sum koma í FM-finalurnar.

Úrslitini leygardagin:
Dráttur – SÍ 2-3 (26-24, 19-25, 24-26, 25-22, 09-15)
Mjølnir – KÍF 0-3 (13-25, 18-25, 22-25)
Fleyr – TB 3-1 (22-25, 25-23, 25-22, 25-06)
Sunnudagin kl. 14: SÍ – TB


Støðan:
Nr.  Lið – Dystir / Stig
1 Fleyr 11 / 28
2 SÍ 10 / 22
3 KÍF 11 / 18
4 Dráttur 12 / 12
5 TB 9 / 6
6 Mjølnir 11 / 4 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder