Vinna

Dunga Jákup handaður mánadagin

..

2026-11-26 01:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Dunga Jákup handaður mánadagin
Mánadagin 23. november 2026, varð nýbyggningur 118 handaður Varðanum á samkomu í Runavík. Skipið verður formliga doypt "Dunga Jákup" seinni í vikuni.
Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið er 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Sniðið á skipinum er gjørt í góðum samstarvi millum Varðan og MEST so ein kann tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð sum møguligt. Skipið hevur eina fabriksloysn við eini frystiorku á 40 tons um dagin.
MEST ynskir Varðanum og manningini hjartaliga til lukku við nýggja skipinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder