Ítróttur

EB/Streymur: Tveir leikarar aftrat við í 2022

-

2022-01-17 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 2021 vóru teir báðir partur av EB/Streymi, og nú er avtala eisini gjørd við Elias og Niklas fyri kappingarárið 2022.

Elias El Moustage kom til Føroyar at spæla farna kappingarár. 20 ára gamli arbeiðssami miðvallarin hevur hetta kappingarárið verið fastur maður á liðnum, áðrenn hann bleiv skaddur í seinnu hálvu. Elias leikti sambært FaroeSoccer 18 dystir í Betri deildini í fjør. Elias hevur verið á øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, seinast á u21 landsliðnum í 1-1 dystinum ímóti Fraklandi.
Hin leikarin er 22 ára gamli Niklas T. Kruse, sum hevur verið partur av felagnum øll árini uttan 2018, tá hann var í HB. Niklas leikti sambært Faroesoccer 24 dystir í Betri deildini í 2021. Samlað hevur Niklas leikt 78 dystir í Betri deildini og skotið 11 mál. Út yvir hetta hevur skjóti kanturin leikt 29 dystir í 1. Deild og skotið 14 mál. Niklas hevur eisini í fleiri umførum umboðað føroysku ungdómslandsliðini.
Felagið fegnast um, at tveir ungir og evnaríkir leikarar aftrat hava valt at vera verandi í EB/Streymi og mennast enn meira her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder