Mentan

Egil og Christian fingið heiðursbrøv frá Tórshavnar kommunu

Hátíðarløta var í Múllers Pakkhúsi í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Egili Simonsen og Christiani H. Christiansen heiursbrøv fyri teirra leiklut í at varðveita Westward Ho og alt annað arbeiði teirra í hesum sambandi.

2022-02-23 17:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Egil og Christian fingið heiðursbrøv frá Tórshavnar kommunu !

Hátíðarløta var í Múllers Pakkhúsi í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Egili Simonsen og Christiani H. Christiansen heiursbrøv fyri teirra leiklut í at varðveita Westward Ho og alt annað arbeiði teirra í hesum sambandi.

Heðin Mortensen byrjaði við at bjóða øllum vælkomnum í Múllers Pakkhús, har tað angar av maritimari søgu, har einhvør sluppvinur eigur at kenna seg heima.

Síðan kom hann inn á, at um nakar, so kenna hesir søguna um, at okkara sluppfiskiskapur av álvara byrjaði við sluppini Fox. Orsøkirnar til hetta vóru fleiri, tann eina var, at føroyingar høvdu lært seg at virka útróðrarfisk til klippfisk.

Ein onnur orsøk var, at ta fyrstu fríhandilstíðina aftan á 1856 fiskaðu hetlendingar nógv undir Føroyum, og føroyingar komu í samband við teir. Føroyskir keypmenn keyptu saltfisk frá hetlendingum at virka til klippfisk, og fleiri føroyingar fingu kjans og fóru við hetlendskum sluppum um summarið.

Triða orsøkin var, at tá bretar fóru at royna við trolarum undir Føroyum, tá minkaði úrtøkan av útróðrinum, ikki minst tí bretskir trolarar togaðu heilt inn til klettin og fóru við meginpartinum av fiskinum.

Tí var neyðugt at finna upp á okkurt annað afturat útróðrinum. Og tað var tá, at føroyingar fóru at keypa sluppir úr Bretlandi, ikki so nógvar at byrja við, men í 1901 vóru tó 87 sluppir í Føroyum. Í 1930 vóru 165 skip, tá sluppfiskiskapurin var upp á tað mesta.

- Í dag vita tey, sum hava áhuga fyri tí, at Westward Ho TN54 varð bygd í Grimsby í 1884. Hon var sostatt 11 ára gomul, tá hon í 1895 varð keypt til Føroya. Hon var til fiskiskap undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi, við Rock All og við Bjarnoynna.

- Vit vita eisini, at Westward Ho sigldi vandasjógv millum Føroyar, Ísland og Aberdeen øll krígsárini, og at hon eftir kríggið varð riggað til við línu um várið og til sildarfiskiskap seinni um árið. Seinasta túrin til veruligan fiskiskap var sluppin í 1964. Eftir at hava fingið motorskaða varð hon løgd. Tá var ongin hugur at gera nakað við hana, tá vóru eisini komin so nógv nýggj fiskifør til landið.

- Og tvey ár seinni er tað, at Sluppgrunnurin keypir sluppina frá eigaranum og umvælir hana. Men í 1996 bar ikki longur til at fáa siglingarloyvi til hana. Tá var sjálvt kjølurin farin.

- Tá var hon ikki vøkur á at líta. Sum so mangar aðrar var hon klár at draga út millum Stong og Eystnes at verða søkt, og ikki minni skroypilig sá hon út, tá Tjaldrið í 2002 fór sleipandi líka niður til Fraserburgh í Skotlandi við henni til umvælingar.

- Og Gud havi lov fyri, at hon ikki varð søkt. Tí var sjónin syndarlig tá, tess meira stórsligin og góð var løtan, tá sluppin eftir trý ár í útlegd kom heimaftur sum eitt vakurt og virðiligt minni um eina farna tíð í føroysku skipasøguni. Hetta var ein hátíðardagur fyri allar Føroyar, segði borgarstjórin.

- Og tað, at sluppin framvegis er eitt prýði fyri býin, er tykkum fyri at takka, tykkum, sum hava lagt tykkara lív og sál í hetta arbeiði, samstundis sum tit styrkja okkara søguliga og mentanarliga tilvit.

- Tað hevur so ómetaliga stóran týdning at varðveita okkara søgu á henda hátt, tí útlendingar øvunda okkum seglskipini, serliga okkara nærmastu grannar, sum gloymdu at varðveita søguligu skip síni, meðan tíð enn var.

- Hetta er ein livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur, tí sluppirnar meira enn nakað annað vóru tær, sum slóðaðu fyri tí stóru samfelagsligu menning, vit hava upplivað í Føroyum.

- Tit hava lagt lív og sál í hetta arbeiði, tøkk fái tit, at tit samstundis hava sett tykkum fyri, at føroyski skúlaungdómurin kann læra at fremja góðan sjómansskap umborð á træseglskipi, har serligur dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og trygd á sjónum.

- Eisini hava tit lagt tykkum eftir at føra skipini aftur til tað upprunaliga við denti á gott handverksarbeiði. Skipshandverkið er eins og føroyska bátasmíðið nakað heilt serstakt, og list í sjálvum sær.

- Vit eru errin av tí stóra áhuga og tí stóru virðing, sum er millum manna, bæði heima og úti í heimi, fyri at tit hava megnað at varðveita henda søguliga skatt okkara. Eg skal tí samstundis veita tykkum eina hjartans tøkk fyri, at tit altíð eru einastandandi góð umboð fyri høvuðsstaðin.

- Vit hava í hesum sambandi avgjørt í hesum umfari at lata tvey heiðursbrøv – til Egil Simonsen, skipara á Westward Ho, og til eldsálina Christian H. Christiansen, sum hevur gingið á odda fyri at varðveita sluppina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum síðan handaði heiðursskjølini.

—-

Egil Simonsen -
Heiðurskjalið er soljóðandi:

Í mong ár hevur Egil verið skipari á Westward Ho og ein teirra, sum hevur gingið á odda fyri at varðveita sluppina. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við ein stóran part av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Við sínum blíða lyndi og tolnu framferð hevur Egil gjøgnum árini fyrimyndarliga og ótroyttiligur lagt øðrum lag á, bæði um rigning, sigling, sjóleiðir og góðan sjómansskap. Søgufróður, sum hann er, hevur hann givið fleiri ættarliðum, bæði børnum og ungum sum eldri, ógloymandi læruríkar upplivingar og hugnaligar løtur umborð.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.

Tórshavn, februar 2022

Heðin Mortensen
borgarstjóri

---

Christian H. Christiansen –
heiðursbrævið er soljóðandi:

Í mong ár hevur Christian gingið á odda fyri at varðveita sluppina Westward Ho. Hann er ein eldsál í hesi týdningarmiklu varðveitsluuppgávu, sum Tórshavnar kommuna tók á seg í 2005, og var eisini við tað mesta av tíðini, meðan Sluppgrunnurin rak hetta mentanarsøguliga skip.

Trúfastur hevur Christian gjøgnum árini ansað eftir, at raksturin hevur verið skynsamur og peningur tøkur, bæði til umvælingar og tiltøk, sum skipið hevur verið karmur um. Hann hevur dugnað varðveitsluni fyrimyndarliga og tikið týdningarmikil stig til frama fyri, at enn ber til hjá føroyingum, ungum sum eldri, at uppliva hetta gamla skip í sínum rætta umhvørvi.

Westward Ho er eitt satt prýði fyri Havnina og Føroyar, og Tórshavnar kommuna fegnast um tað sjálvbodna arbeiðið, sum ger varðveitsluna av hesum mentanarsøguliga skipi møguliga, til fragd fyri allar føroyingar.

Tórshavn, februar 2022

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Kelda: https://www.torshavn.fo/.../egil-og-christian-fingid.../ 

See less

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder