Mentan

Ein dagur í lívinum hjá einum fjallaklintrara

Ein stutt frásøgn, skrivað um ein túr á Oknadalsdrangi vestantil á Sandoynni

2022-07-06 14:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin 20. juni, ringir undirritaði til Tórik Àbraham Rouah úr Danmark, og spyr um hann hevur fingið skipsboð, hann játtar, og sigur at hann skal til Noregs mikudagin 29. juni. Vit hildu báðir at vit skuldu fara ein klintritúr, áðrenn hann fór avstað. Og var í útlegd, tað sum er eftir av hesum summarinum. Vit gera skjótt av, fáa fatur á Tummas Kjærbo, og hann er sjálvandi til dystin fúsur.

[object Object]

[object Object]

Soleiðis sá hann út áðrenn hann leyp 5. apríl 1939.

Undirritaði lendur í Vágunum fríggjakvøldið 24. juni eftir 10 dagar á flatlondun. Um kvøldið pakkar undirritaði alt tað hann er mentur, og er leysur heimanífra kl 07.00 leygarmorgun. Fyrst gongur leiðin norðeftir eftir Tummas, og síðani suður til Argir, har bátur bíðar okkum. Klokkan 09:00 eru vit leysir av Argjalandinum, og leggja leiðina suður eftir vestursíðuni á Sandoynni. Veðrið er av tí allarfagrasta, hóast vit vistu, at vit bara fingu hendan eina dagin, við góðveðri.

Vit liggja eina løtu uttanfyri Oknadal, og skáa hetta óverðuliga og dreymakenda, ið stendur úr norður Atlantshavinum. Ì mjørkanum hómast hann, OKNADALSDRANGUR. Mjórkaflókar fara framvið honum, hann vil ikki ordiliga vísa seg, og fjalur seg.

Vit eru nú komnir at ligga heilt tætt at honum, nakað innanlaga í Barminum, áðrenn hann vísur seg so bringurættan og stoltan fram. Og líkasum teskar til okkum, “Eg eri her Harri”.

Tað er góður sjógvur, men ongin kyrra í urðini. Vit leggja okkum so væl við Lokloysi, og bíða eftir sjóðarfalli. Kyrrindir eru um døgurðatíð, vit hildu okkum at skula fara at royna aftur at lenda, tí tíðin var ikki við okkum. Men har bar onki til, tíðin rennur undan okkum. Vit taka skjóta avgerð um at lenda á helluni, norðantil. Hellan er sera vát og hál, men vit klára at skava okkum niðan, og suður ímóti urðini. Vit rigga okkum soleiðis til, at vit fáa sjórða alt viðføri yvir á eitt lítið Enni, og læst tað niður á mølina. Vit ganga síðan tveir túrar niðan í Urðina, við viðførinum. Um 15:00 tíðina, eru vit komnir niðan fyri seinastu ferð. Avgjørt verður, at fara avstað beinaveg. Eitt reip verður kastað niður á jørðina, og undirritaði bindur seg í, og fer avstað. Vit taka eitt lítið prát um hvussu vit skipa okkum, og taka avgerð um, at Tummas pakkar alt tað neyðuga niður í tvær skjáttur. Tórik tryggjar, ímeðan undirritaði klintrar fyrsta teinin. Hann er beint omanfyri eina reipslongd, sum er 30 metur. Har er ein lítil mjárók, ella skotur við einum grønum pletti. Ikki meira enn pláss fyri trimum monnum, og hellur eini 15 stig oman av.

Tórik kemur upp sum næsti maður, vit lesa eina skjáttu upp, og síðan kemur Tummas upp. Ìmeðan vit bíða eftir Tummas, er Tórik longu farin at klintra næsta teinin. Hann má vera komin nakað miðskeiðis, áðrenn Tummas er komin upp. Tummas lesur seinastu skjáttuna upp, og eftir lítlari løtu, er Tórik komin uppá næsta standpláss. Ið eisini er ein mjárók, sum hellur eini 20 stig omanav, har illa nokk pláss er fyri okkum øllum. Hesin teinurin vísur seg eisini at vera beint omanfyri eina reipslongd.

Komin upp til Tórik, fer undirritaði stundisliga avstað, at klintra triðja teinin. Hesin teinurin er eisini ein góð reipslongd, men gongur eitt sindur suðuryvir, áðrenn hon gongur upp. Her er aftur ringur standur við standplássi, har er sera lítið og smalt. Undirritaði merkir, at hann er farin at lota vindin eitt sindur. Tað sær ikki hissini gott út í luftini. Nú kemur Tummas fyrst upp, og síðan Tórik. Nú sær onki út við veðrið hjá okkum, “Hetta eru vit ikki harrar yvir” teskar drangurin til okkum. Klokkan er nú blivin 20:00. Tað er byrja so smátt at sirma, og mjørkin legst sum eitt teppi yvir okkum. Vit vita at mjørkin skuldi lætt sær kl 21:00, so vit bíða. Vit hava nú haft so ringar umstøður við standplássum, at ongin av okkum hevur sitið, ella lætt sær beinini síðan kl 15:00. Klokkan er nú 21:00 og tað ljósnar fyri bláa himmalhválvinum, og seinastu mjørkaflókarnir fara framvið. Somuleiðis ljósnar fyri okkum, og vit hugsað, at kanska loyvir hann okkum longur upp, vit eru nú staddir væl omanfyri 100m.

page1image20642432

Tummas herjar á fjórða teinin, ið eisini vísur seg at vera eina reipslongd. Nú liggur á niðan í skarið, Tórik fer fyrst upp og til síðst undirritaði. Vit síggja fyri fyrstufer havið vestureftir, og er sjógvurin stillur.

Men hettar staðið, ið vit nú eru komir til, er onki stað at vera, Her er so smalt, at vit ongantíð kunnu standa saman. Vit standa hvør sær, og gløða uppá hvønn annan. Vit stand á einum korthúsið, av stórum klettum og mugu vera sera varnir, hetta er sum at spæla russiska roulette. Vit finna skjótt útav, hvussu korthúsið er bygt, og hvønn stein vit ikki kunnu nerta við. Og tað er gott og væl annar hvør. Vit ganga sum kettir eftir teimum. Nú síggja vit toppin, tað er gott og væl 20 metur eftir. Undirritaði skundar sær at eta 3 sjokoláta barrir, og okkurt at sløkkja tostan við, klokkan er nú farni av 00:00.

Undirritaði byrjar at klintra seinasta teinin, men nú er ikki nógv orka eftir, og hvørja fer hendurnar fara saman, fáast tær ikki upp aftur. Men vit blíva við at treiskast, tá 10 metur eru eftir kemur myrkur á himmalin, og hann køvir av við mjørka og vindi. Vit tosa um, hvør orka er eftir, og vita at vit eisini skulu brúka einir tríggjar tímar oman aftur. Vit eru ikki í einum stað, har sinnisorkan skal undirmetast til at koma oman aftur. Har er ikki pláss fyri nøkrum mistakið. Klokkan er nú um 02:00. Vit hyggja spyrjandi eftir hvørjum ørðum, men har er onki at taka feil av, vit orka ikki meira. Her sita vit nú, góðar 170 metur uppi. Vit tosa líka saman um, at tað ongantíð hevur verið meiri týdningarmikið, at hugsa um hvønn annan. Og hyggja eftir hvørjum øðrum, at alt gongur rætt fyri seg, tí vit eru so troyttir bæði fysiskt og sinnaliga. Vit hava ein siðarv, at tann ið knútar línurnar saman, tá vit skula síga oman, skal fyrst útav. Undirritaði fer fyrst útav, vit eru einigir um, at øll skipanin er rætt samanskrúva. Tí vit hyggja gjølla eftir øllum fleiri ferðir, áðrenn nakar fer avstað.

Undirritaði fer fyrst útav korthúsinum, og niður á triðja standipláss, síðani koma Tummas og Tórik. Komnir niður skulu vit draga línuna ígjøgnum akkeri í erva, fyri at fáa línuna niður við. Vit hava jú tríggjar reipslongdir eftir at síga. Nú hendur tað, ið ikki skuldi henda, vit fáa ikki línuna niður. Hon hevur sett seg fasta í eina sloku í erva. Tummas og Tórik seta alt á teir eru mentir. men har letur seg onki gera. Drangurin heldur eftir. Tíbetur hevði Tórik ein knív við upp. Nú eru góð ráð dýr, og undirritaði biður hann kubba, so langt uppi sum hann klárar, soleiðis at vit fáa mest møguligt av línu niður. Sum sagt so gjørt. Tummas tekur, og favnar tað ið eftir er av línu, sum kanska ikki nokk til komandi sigini. Undirritaði knýtur saman aftur, og fer fyrst niður. Nú skal sígast eini 20 metur norðeftir, og tað er ikki bara sum at siga tað, missur tú fótafestið, so skalt tú ígjøgnum tað ið vit rópa ostahøvili. Eitt sveiggj ígjøgnum bergið, 20 metur beint suðureftir. Men har gekk alt sum tað skuldi, og allir komu niður á næsta standipláss í øllum góðum. Línan kom við, hon rakk akkurát niður. Niður á fyrsta standipláss gekk eisini væl, tó so, at har skal ein ansa sær, fyri ikki at missa fótafestið, og fara ígjøgnum ostahøvilin norðeftir, yvir um eitt ennið. Nú vóru allir komnir niður á fyrsta standi pláss, og hóma urðina undir okkum. Vit eru vátir og kaldir, og nú er línan aftur føst. Drangurin vil ikki sleppa okkum so lætt avstað.

Eftir eini 20 minuttir fáa vit hana leysa, og nú dettur hon beint niður í eina sloku, 7 metur uppi yvir okkum og norðanfyri. Vit vita fyri vissu, at í hasari slokuni liggur nógv leyst grót, og vit hava ikki ráð til at missa meira línu. Vitandi um at longsta sig er eftir. Spurningurin er um hon røkkur niður ella ikki sum er. Har er onki at gera, vit sleppa ikki yvir eftir henni, vit noyðast at skræða hana leysa. Eisini vita vit, at um ein steinur kemur, so lendur hann á einum skráningi, ið vendur beint ímóti okkum. Standplássið er so lítið, at vit fáa ikki vart okkum. Línan skal niður, við góðum ella ringum. Klokkan er nú 04:00 og vit eru útlúgvaðir. Vit hála, og sum vit væntaðu so kemur ein steinur við, til støddar við ein hjálm. Av royndum vita vit hvussu við skula hátta okkum. Steinurin súsar forbíð okkum allar tríggjar, og lendur beint aftanfyri undirritaða, akkurát sum hann skuldi.

Vit skunda okkum at rigga til, at síga seinasta teinin. Vit vita ikki um línan røkkur niður í urðina. Møguleiki er ikki fyri at síggja niður, og knýta eina skjáttu í endan og lesa hana niður. Og slakkur kemur í línuna beint áðrenn á stendur. Undirritaði ger skjótt av niður, síðan kemur Tummas. Vit skunda okkum yvir, til miðskeiðis í millum Drangin og bergið omanfyri okkum. Vit meta at har má vera tryggast at seta telt upp, soleiðis at vit fáa ein tíma svøvn, áðrenn bátur er eftir okkum. Vit seta teltið upp miðskeiðis ímillum Drangin og bergið fyri at minka um vandan, um tað skuldi lopið úr erva. Nú er sera vátt, og Tórik er eisini komin oman. Klokkan er 05:30 og vit krúpa inn í teltið ið stendur á grótið, men tað leggja vit lítið í, nú skal tørnast inn. 22 tímar eru farnir síðan vit fóru avstað. Undirritaði vaknar um 07:00 og fer upp at rigga av og pakka taskur. Undirritaði kendi ein óróð, royndi at larma eitt sindur, og tosa um at sleppa avstað áðrenn veðrið gjørdist verri. Teir hava sikkurt hildið meg verið nakað strævnan, at blíva við at tosa, tá teir skuldu sova.

Eftir lítlari løtu kemur Tórik út úr teltinum, vit tosa saman, hann fer so nakað frá teltinum at gera eitthvørt, og eg fari at hála seinastu línurnar niður av dranginum. Brádliga hoyra vit eitt ljóð, ið vit ikki vildu hoyra. Vit vendu okkum við, og oman í gjøgnum bergið kemur ein stórur klettur, vit skrála báðir á einum málið, TUMMAS! Vit vita ikki hvat falltíðin var. Men áðrenn hann lendi nakað uppi og fór í knús, royndi Tummas at koma út úr teltinum, hann fann ikki lynlásið, og skræddi teltið sundur og slapp sær til rýmingar, Tíbetur kom onki á okkum, men soleiðis eru treytunar hjá einum fjallaklintrara. Um vit vóru linir áðrenn, so vóru vit tað ikki nú, kann ein róliga siga. Vit pakka alt okkara viðføri niður, og fara sama veg heimaftir, aftaná ein góðan kaffiduss og eina góða løtu við heimsspeki.

Vit kláraðu sostatt 2 Risar og 30 metur tann eina dagin.
Vit eru á Argjum kl 13:00 eftir.
Annars hendi ikki nakað óvanligt á hesum túri, uttan so, at nógv hendi sama dag.

Erik Hvannastein var skipari hendan túrin, og sigast skal at tað lá sera væl fyri hjá honum við báti.

Undirritaður: Kaj Eli Sørensen.

Tórik Àbraham Rouah.

Tummas Kjærbo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder