Vinna

Ein loysn má finnast beinanvegin

- Jarðhiti er eitt sera gott og reint alternativ til dálkandi óljufýrið, nú vit skulu leggja um til grøna orku. Tí skulu øll viðuskiftini kring jarðhitaboringar sjálvsagt vera í ordan, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

2023-06-21 14:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Vit eru í eini skiftistíð, og vit sleppa helst ikki undan at tað stinga seg avbjóðingar upp, nú vit leggja alt samfelagið um frá at brúka dálkandi orkukeldur til at brúka varandi orkukeldur. Hesar forðingar skulu vit sjálvsagt taka okkum av, sigur hon.
Tað eru 1700 føroysk húski sum, heldur enn at brúka ólju, nú hita sítt heim við hitanum úr føroysku undirgrundini. Í framtíðini skulu tað verða enn fleiri, og tí skal hetta økið sjálvsagt vera væl skipað, sigur landsstýriskvinnan.
- Jarðhitaboring skal ikki dálka náttúruna. Tí havi eg sett ein arbeiðsbólk at finna bestu loysnina uppá avbjóðingina við dusti frá jarðhitaboring, sum hevur stungið seg upp í summum kommunum. Eg fái tilmæli frá arbeiðsbólkinum longu í august, og eg eri vís í, at vit sum skjótast kunnu halda fram at gera jarðhitaboringar í øllum Føroyum, sigur hon og leggur afturat:
- Tað er tíbetur sera stór undirtøka fyri at leggja um, og føroyingar ynskja veruliga at taka lut í grøna orkuskiftinum. Tað er gleðiligt, og tí er tað so upp til okkum politikarar syrgja fyri, at tað letur seg gera á skynsaman hátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder