2026-09-20 21:04
Eitt remis móti Ný Sælandi
Tað liggur heldur tvørliga fyri hjá føroyska liðnum at spæla tveir góðar dystir á rað á talvolympiaduni í Usbekistan.
Í fimta umfari í dag møttu vit Ný Sælandi. Teir vóru rímiligt greiðir favorittar, men kortini kennist tað sum vónbrot, at vit einans fingu eitt hálvt stig.
Hetta var fjórði dysturin landanna millum á talvolympiadu. Í 1970 vóru vit sørir og taptu á øllum borðum, men í 1984 gjørdu okkara menn hol í sjógvin og vunnu 2½ - 1½. Luitjen Apol (eldri) og Torkil Nielsen vunnu á øðrum og triðja borði, og tá ið nýggi styrkurin á 1. borði, John Rødgaard, telvaði javnt, var óvæntaði føroyski sigurin vísur.
Triði dysturin var í Istanbul í 2012. Tá vann Ný Sæland 2½ - 1½. Fyri Føroyar vann Jóan Hendrik Andreasen, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt. John Arni Nilssen og Rógvi Egilstoft Nielsen taptu.
Í gjár vunnu vit 3-1 á Surinam, men í dag lógu vit so aftur eftirá.
Føroyar eru nummar 143 av 206 londum eftir fimta umfar.
Føroyar - Ný Sæland ½ - 3½
Luitjen Akselsson Apol (2305) - IM Felix Xie (2423) 0 - 1
IM John Rødgaard (2250) IM Sravan Renjith (2318) 0 - 1
Jón í Horni Nielsen (2078) - Daniel Gong (2248) ½ - ½
Rókur Davidsen (1988) - Daqi Mao (2277) 0 - 1
John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn frá dystinum:
Í dag møttu vit Ný Sælandi. Har er rættiligur bráðvøkstur innan telvingina, skilja vit á lagnum.
Luitjen offraði við hvíta fólkinum tíðliga eina finnu fyri at fáa fríari spæl. Tað eydnaðist fyri so vítt, tí trýstið á mótstøðumannin var eitt skifti so nógv, at hann læt Luitjeni finnuna aftur. Teir endaðu so í einum frúgvaendatalvi. Har var ævigt skák í støðuni - helt eg. Men brádliga offraði Xie tvær finnur fyri at fáa rakstur á sínar tvær frífinnur. Luitjen telvaði beint eftir bókini í 23 leikir í eitt koyr, eitt skifti hevði hann fyrimunin, men frúgvaendatalv er nakað av tí torførasta at fáast við. Eitt mistak, og so ert tú fokin - og tað var tíverri tað, sum hendi.
Mítt talv er dømi um, hvussu nógv fyritreytirnar í talvi eru broyttar av tøkniligu alheimsgerðini. Vit kannaðu talvið saman aftaná. Mótstøðumaður mín fortelur, at hann hevði sæð tvey snartalv, sum eg hevði telvað á netinum fyri eini sjey árum síðani. Tá gjørdi eg eitt mistak í byrjanarspælinum. Tí telvaði hann, sum hann gjørdi. Sama frábrigdi sum í hesum góða snartalvi hjá mær fyri fleiri árum síðani. Í dag telvaði eg kortini betri enn ta ferðina. Men hann hevði fyrireikað eitt finnuoffur. d5 í ellinta leiki, sum Sam Shankland hevur spælt. Eg sá eina talvgrein um júst henda leikin herfyri, ið skuldi vera næstan vinnandi leikur, men eg las ikki greinina til lítar. Fyrstu fjúrtan leikirnar í dag hevði hann tí fyrireikað framman undan, men eg vardi meg væl. Hevði eg bara kunnað veitt konginum fullgott skjól, áðrenn støðan letur seg upp. Tað ráddi um at sleppa at leypa í borg. Men hvat - eg gloymi at gera tann tryggjandi leikin fyrst - at spæla frúnna á b6. So hevði verið sloppið, og tá hevði eg vunnið. Nú fekk eg afturfyri 17. Rif5! beint frammaná! Har lá eg. Hetta er helst orsøkin til, at so nógvir telvarar heldur fara at spæla bridge. Tú fært tú eitt nýtt spæl beinanvegin...
Jón telvaði við hvíta fólkinum ógvuliga rætt móti Gong. Sama gjørdi hann - Gong. Til endans opnaðist støðan eitt sindur. Jón fekk sett trýst á finnuna á f7, sum ikki kundi verjast. Mótstøðumaðurin var tí heppin, at hann kundi bjarga sær javnleikinum við ævigum skáki.
Rókur telvaði móti Mao. Hann valdi eina støðu við svarta fólkinum, tá frúgvin vanliga stendur á e7. Hví hon ikki skal setast á c7, sum Rókur gjørdi, sást í hesum talvi. Mótstøðumaðurin fann eina snilda kombinsasjón, og tó at Rókur stríddist manniliga, var torført at bjarga støðuni. Tað bøtti heldur ikki um, at mótstøðumaðurin telvaði væl.
Vit taptu tí 3½ - ½. Vit høvdu betur uppiborið í dag.
John Rødgaard - veteranurin á føroyska talvlandsliðnum.
John Rødgaard nærkast OL-meti
Einki føroyskt landslið á talvolympiadu uttan John Rødgaard.
Soleiðis hevur verið, so leingi sum fólk flest duga at minnast. John hevur verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum í meira enn fjøruti ár.
Í hesum døgum er talvolympiada í Usbekistan. Og John Rødgaard er við fyri tjúgundu ferð.
20 ferð!
Tað er næstan met.
Telvarin, sum oftast hevur verið á talvolympiadu, er Eugenio Torre av Filipsoyggjum. 23 ferðir hevur hann luttikið í OL. Torre er føddur í 1951. Hann var fyrstu ferð við í 1970, sama ár, sum Føroyar luttóku á fyrsta sinni. Seinast at Torre var á filipinska OL-landsliðnum var í 2016. Hann skaraði framúr millum asiatiskar telvarar í drúgt áramál. Í dysti móti Føroyum í 1974 møttust Torre og 21 ára gamli føroyameistarin Luitjen Apol á 1. borði. Torre vann.
Hvør, ið næstoftast hevur verið á talvolympiadu, vita vit ikki. Vit vita, at Lajos Portisch úr Ungarn hevur verið tjúgu ferðir á talv-OL, og Heikki Westerinen úr Finnlandi, hevur 19 OL-stevnur í beltinum. Bill Hook av Jomfrúoyggjunum er eisini rættur OL-veteranur, hann fekk í alt 17 talv-OL.
John Rødgaard tangerar tí Lajos Portisch við tjúgu olympiadum í alt. Kanska er Torre hin einasti av øllum, sum hevur verið á fleiri talvolympiadum enn føroyski landsliðsspælarin.
John hevur verið meira enn tvífalt so ofta á talvolympiadu enn nakar annar føroyskur telvari. Næstdrúgvastir eru Helgi Dam Ziska og Jóan Pætur Midjord. Teir hava níggju ferðir verið á talvolympiadu.
Telvari og fótbóltsspælari
Í veruleikanum kundi John verið komin nógv fyrr á føroyska talvlandsliðið. Hann kom til Føroyar í 1976 sum 21 ára gamal. Ørindini vóru at spæla fótbólt í TB. Fótbólt hevði hann bara spælt á seriustigi í Esbjerg. Men tað sum føroyingar ikki vistu, uttan onkur hendinga telvari, var, at hann longu tá var millum fremstu telvarar í Danmark.
John var unglingameistari í Danmark í 1974 sum 18 ára gamal. Árið eftir varð hann danskur meistari í snartalvi. Hann var á liðnum hjá Nordre, sum vann danska meistaraheitið í 1979, 1980 og 1981. Í 81 var hann aftur danskur meistari í snartalvi. Tríggjar ferðir telvaði John í meistarabólkinum um DM-heitið fyri einstaklingar - í 1973, 1979 og 1980.
TB vann føroyameistaraheitið bæði í 1976 og aftur í 1977 við John sum týðandi spælara - og eisini venjara. Í 1978 fór hann aftur til Danmarkar, men hjartað lá eftir í Føroyum, og í 1984 var hann aftur í Føroyum og í TB.
Men nú kallaði telvingin á hann. Talvsamband Føroya vildi vita, um hann var fúsur at koma á føroyska landsliðið, sum skuldi fara til Grikkalands á talv-OL. John játtaði.
Elddópur við lít
John Rødgaard gjørdi bart í sínum allarfyrsta dysti á føroyska landsliðnum. Føroyar telvaðu móti Fraklandi, sum hevði fyrrverandi heimsmeistaran Boris Spasski á fyrsta borði. Og talvið teirra millum endaði javnt.
Hetta var annar fyrrverandi heimsmeistarin, sum John Rødgaard telvaði javnt ímóti. Í Evropa Cup dysti fyri Nordre í 1980 telvaði John remis móti hollendinginum Max Euwe, sum var heimsmeistari eitt skifti í 30-árunum.
John krýndi sítt frálíka avrik á olympiaduni í Saloniki í 1984 við fyrsta IM-norminum.
Síðani hevur John verið fastur fúsur á føroyska talvlandsliðnum. Hann hevur verið við á hvørjari olympiadu fyri Føroyar síðani 1984. Føroyar luttóku ikki í Dubai í 1986. Føroyar boykottaðu kappingina saman við øðrum londum, tí fyrireikararnir sýttu Ísrael at vera við. Í 2020 var eingin olympiada vegna korona.
Tey fyrstu nógvu árini var hann okkara suvereni oddamaður, men nettupp hjávera Rødgaards í føroyskari telving hevur ivaleyst verið ein kveikjan fyri aðrar yngri føroyingar, ið nú fóru at seta sær størri mál í talvi. Tað endaði so við, at vit fingu góðar telvarar undan, ið seinni hava yvirhálað lærumeistaran. Tað er lívsins gongd.
Øll árini, ið John búði í Føroyum, telvaði hann dúgliga í føroysku landskappingini fyri lið, og seinni var hann eisini við í FM-kappingini fyri einstaklingar.
Fleiri enn 300 landsdystir
Tað verður helst seinur dagur, at nakar tekur landsliðsmetið í føroyskari telving, sum John eigur.
Fyri tjúgundu OL-stevnuna hesaferð hevði John spælt í alt 207 OL-landsdystir. Taka vit so alt hitt aftrat - EM, smálandakapping, 8-landakapping og Íslandsdystirnar - fáa vit næstan hundrað dystir omaná. Alt íroknað var John skrásettur fyri 306 landsdystir fyri Føroyar áðrenn OL í Usbekistan.
Til sammetingar kann nevnast, at tá ið danski talvhøvundurin Svend Novrup roknaði donsku hagtølini út í 1979, stóðu Bent Larsen og Jens Enevoldsen við danska metinum fyri í alt 140 dystir.
So kann tað vera lagnunnar speisemi, at ein dani eigur suverena landsliðsmetið í talvi fyri Føroyar. Men veruleikin er, at eingin hevur verið so fúsur at umboða føroyska talvlandsliðið sum John Rødgaard.
John er nú 71 ár. Telvar hann eitt OL aftrat, so tekur hann eisini annað met. Tá er hann elsti føroyski telvarin í OL. Thorstein Vilhelm hevur hetta metið. Hann var 72 ára gamal á olympiaduni á Malta í 1980.
Og nú tað stendur á at fáa okkara sterkastu telvarar, sum eru í bestu árum, at umboða Føroyar á talv-OL, tá kann henda seg, at John Rødgaard einaferð tekur OL-metið hjá Eugenio Torre.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald