Vit eru sjálvsagt framvegis í eini bíðistøðu, og einki er greitt fyrr enn eftir dystin ímóti Slovenia týskvøldið. Men arbeitt verður við málinum, og skuldu Føroyar spælt seg víðari í millumumfarið, eru fleiri ymsir møguleikar. Dystirnir í millumumfarinum eru 23., 25., 27. og 28. januar.
Skalt tú úr Føroyum til Malmø? Verður tørvur á tí, verða eyka flogfør sett inn millum Føroyar og Keypmannahavn og aftur, og tú kanst keypa tína ferð sum vant á heimasíðu okkara, kundatænastuni og hjá ferðaskrivstovum.
Hevur tú ferðaseðil til Føroyar úr Oslo, men ætlar tær víðari til Malmø? So bjóða vit at broyta ferðina soleiðis, at tú flýgur aftur til Føroya úr Keypamannahavn. Broytingin kostar uml. 750 kr. Hetta gjaldið er galdandi, um tú hevur keypt ferðaseðilin beinleiðis frá Atlantic Airways og sjálv/ur broytir hann á heimasíðu okkara. Tørvar tær hjálp, hjálpa vit sjálvandi fegin, tó verður eitt eyka avgreiðslugjald tá lagt afturat.
GG: Tú mást sjálv/ur skipa fyri ferðini millum Oslo og Keypmannahavn, har nógvar flogferðir eru hvønn dag við fleiri ymsum flogfeløgum.
Ert tú í Oslo og ætlar tær heim til Føroyar, sum ætlað? Vit flúgva sum upprunaliga ætlað, tó kann verða, at onkrar flogferðir verða lagdar saman, alt eftir hvussu nógv fólk ætla sær úr Oslo til Malmø.
Hevur tú keypt ferðina frá eini ferðaskrivstovu? Vinaliga vend tær til ferðaskrivstovuna fyri at hoyra nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald