Vinna

Enniberg siglir heim frá Grønlandi

Enniberg hevur fiskað bæði við Vestur-Grønland og Eystur-Grønland.

2023-09-25 20:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vit fóru at sigla heim á miðdegi í dag. Vit hava fiskað kvotuna í Vestur Grønlandi á 100 tons av Svartkalva.

Fingu 27 tons afturat í Eystur Grønlandi, og hava roynt at fiska har, men liggjandi illveður og vánalig veðurforsøgn, gjørdi at vit góvust. Fingu bert um 8 tons har.

Vit fóru úr Føroyum 7. september. Við eru 25 mans. Skipari er Dávur Petursson Jacobsen. Verða heima hóskvøldi 28. septenmber, siga teir umborð á Enniberg, við okkum á JN.fo, í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder