Vinna

Eru Føroyar við at skjóta seg sjálvar í fótin?

Vit hava í seinastuni hoyrt dag og dagliga frá nøkrum politiskum flokkum, at vit skulu stegða við øllum samhandli við Russland, teir halda eisini, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við russar.Vit kunnu øll verða samd um, at kríggj er ræðuligt, men skal føroyska vinnan bera kostnaðin av tí?

2022-11-11 21:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar hava fimm skip, sum eru knýtt at Barentshavinum – bæði tí norska og russiska partinum.

Fimm skip, sum higartil í ár hava landað fyri 513 mió. kr.  Somu fimm skip landaðu fyri 478 mió. kr. í 2021 og 481 mió. kr. í 2020.

Við teimum fimm skipunum eru umleið 240-250 mans knýttir at, og vil tað siga, at tað eru omanfyri 200 familjur, sum ikki vita um teirra berandi inntøka hjá húskinum hevur nakað arbeiðið aftaná nýggjár, og tað kann ikki verða serliga hugaligt hjá teimum familjunum at ganga við óttanum um, at berandi inntøkan hjá húskinum møguliga einki arbeiði hevur eftir ársskiftið.

Ikki nokk við tað, í summar kom eitt nýtt skip á Fuglafjørð fyri 315 mió. kr. Eitt nýtt skip kemur til felag í Havn í februar mánað fyri 400 mió. kr. og í mars mánað kemur eisini eitt nýtt skip til Klaksvíkar fyri 400 mió. kr. Tað eru reiðarí, sum hava gjørt stórar íløgur í skip at fiska kvoturnar í Barentshavinum.

Talan er um íløgur uppá 1,1 milliard krónur, og kann tað koma at kostað dýrt at eingin avtalað er við russar fyri tey reiðarí, sum hava gjørt hesar risa stóru íløgurnar.

Tað eru ikki bert familjurnar hjá teimum, sum sigla við skipunum, sum verða rakt um eingin avtala er við russar. Tað kemur at hava stóra ávirkan á tær fyritøkur á landi, sum liva av fiskivinnuni. Tað kemur á ávirka nógv kommunur, at tær ikki fáa henda stóra skattin inn. Eisini kemur tað at ávirka landskassan nógv við minni inntøku.

Tað er ikki avtalan í Barentshavinum við russar, sum steðgar nøkrum kríggi.

Tí er tað eg spyrji, eru Føroyar við at skjóta seg sjálvar í fótin.

Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder