Eitt samt løgting stóð saman um uppskotið, sum veitir teimum við lágum inntøkum ein fíggjarligan styrk í sambandi við øktar orkuútreiðslur. Húski, sum í mesta lagi hava inntøkugrundarlag á 300.000 kr., kunnu fáa ískoyti.
- Vit hava lagt okkum eftir at fáa málið avgreitt skjótt, so fólk kunnu fáa hjálpina áðrenn jól. Fyri at fáa ískoytið áðrenn jól má umsóknin verða latin inn áðrenn 25. november, sigur Margit Stórá, sum leggur aftrat:
- Vit arbeiða víðari fyri varandi loysnum. Men hjálpin má eisini røkka fram til teirra, sum hava tørv á henni her og nú
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald