Ítróttur

Evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti byrjar í dag

Føroyar leggja fyri ímóti San Marino

2022-05-13 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag klokkan 17 verður fyrsti dysturin í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti, tá Føroyar taka ímóti San Marino í Høllini á Hálsi.

Hini bæði liðini í finaluumfarinum eru Ísland og Skotland, og dysturin teirra millum byrjar kl. 20 í kvøld. 

Hvussu sterkt er San Marino?
Ilt er at meta um dygdirnar hjá San Marino, tí liðið hevur verið sum nátt og dagur tær ferðirnar, tá tað hevur spælt ímóti Føroyum. Ella kanska tað vóru eins nógv Føroyar, sum vóru sum nátt og dagur.

Í EM kappingini í Malta í C-bólkinum í 2000 vann San Marino 3-0 á Føroyum (25-21 25-18  25-17). Tá skrivaði tíðindatænastan Olivant m.a. hetta um dystin: “Hinvegin skal tað so eisini leggjast afturat beinanvegin, at liðið hjá San Marino er eitt tað besta í allari kappingini. Landið hevur eina rúgvu av framúr góðum flogbóltsleikarum, og tað er nú ikki so løgið, tá hugsað verður um, at nærmasti granni hjá San Marino er Italia, sum hevur sera stoltar traditiónir í flogbóltshøpi”. Tá samanum kom, gjørdist San Marino tó bert nr. fýra í kappingini, eftir at hava tapt 3-2 fyri Luksemborg í dystinum um bronsuna.

Men átta ár seinni, í EM-kappingini 2008, tá vunnu Føroyar 3-1 á San Marino. Tá gjørdust Føroyar nr. trý í bólkinum — frammanfyri San Marino, sum endaði á fjórða plássi og aftast. Síðani hava londini ikki møtst.

Skotland – Ísland
Kl. 20 í kvøld møtast Skotland og Ísland. Skotland vann kappingina seinast — í 2019, tá hon eisini varð hildin í Føroyum. Ta ferðina tapti Skotland tó 3-1 fyri Íslandi, men av tí at Ísland tapti fyri Føroyum , sum aftur tapti fyri Skotlandi, so vann Skotland kortini kappingina upp á betri settmun enn hini, tá fínteljing hevði verið.

Føroyska liðið er soleiðis mannað:
Stefan Rosenlund (Mjølnir), Bjarni Joensen (SÍ), Filip Ilic (ÍF), Matias Nolsøe Isaksen (Fleyr), Thorvald Danielsen (Mjølnir), Áslakur Holm (ÍF), Tróndur Høgnason Hansen (Amager Volley Elite), Dávið Hentze (Fleyr), Jóhan Arni Elisson Wang (Mjølnir), Teitur Eliasen (ÍF), Páll Heðin í Grund (Mjølnir), Silas Poulsen (SÍ), Símun H. Poulsen (Mjølnir) Niels Niclasen (Fleyr).

Venjari: Jens Bang
Hjálparvenjarar:  Boban Ilic og Cristian Imhoff

Best er at síggja flogbólt í ítróttarhøllini, men liggur tað ikki fyri, so ber eisini til at stroyma dystirnar á www.fbf.fo/em2022

Skráin fyri kappingina:

Fríggjadagin 13. mai:
Kl. 17.00 Føroyar — San Marino 
Kl. 20.00 Skotland — Ísland

Leygardagin 14. mai:
Kl. 14.00 Ísland — San Marino
Kl. 17.00 Skotland — Føroyar

Sunnudagin 15. mai:
Kl. 14.00 San Marino — Skotland
Kl. 17.00 Føroyar — Ísland

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder