Politikkur

Eyðdis Hartmann Niclasen á WHO-fundi: Altjóða samstarv kann styrkja føroyska heilsuverkið

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur í døgunum 27.–29. oktober luttikið á 76. ársfundinum hjá økisnevndini fyri Evropa í heimsheilsustovninum WHO í Keypmannahavn. Á fundinum hittast heilsumálaráðharrar og umboð úr teimum 53 limalondunum í økinum saman við umboðum fyri felagsskapir og borgarasamfelagið..

2026-10-30 07:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á skránni vóru fleiri av teimum stóru heilsuspurningunum, sum lond í Evropa standa fyri. Millum evnini vóru heilsugóð og virkin eldraár, nýtsla av vitlíki á heilsuøkinum, fyribyrging av ikki-smittandi sjúkum og sálarheilsa. Hetta eru samstundis øki, sum hava stóran týdning fyri Føroyar og arbeiðið at menna burðardyggar loysnir til framtíðar avbjóðingar á heilsuøkinum.

Styrkja samstarvið við grannalond

Í sambandi við ársfundin hitti Eyðdis Hartmann Niclasen danska heilsu- og kirkjumálaráðharran, Idu Auken. Landsstýriskvinnan bjóðaði henni til Føroya á vitjan, har høvi verður at fáa innlit í føroyska heilsuverkið og umrøða samstarvið millum Føroyar og Danmark á heilsuøkinum.

Landsstýriskvinnan hitti eisini íslendsku heilsumálaráðkvinnuna, Almu D. Möller, sum somuleiðis varð boðin til Føroya. Føroyar og Ísland hava fleiri felags avbjóðingar á heilsuøkinum, og tí er samstarvið millum londini serliga viðkomandi. Ísland stuðlar eisini ynskinum hjá Føroyum um at gerast atlimur í WHO-netverkinum fyri smá lond í Evropa, Small Countries Initiative.

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar eru við í altjóða samstarvi um heilsumál. Vit kunnu læra av hvørjum øðrum og styrkja samstarvið við lond, sum hava avbjóðingar, ið líkjast okkara. Hetta kann vera við til at menna føroyska heilsuverkið til gagns fyri borgararnar.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder