Vinna

Fagraberg farin á sín fyrsta túr

Fagraberg fór í gjár á sín fyrsta túr

2026-04-09 07:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 31. mars fekk Framherji í Fuglafirði eitt nýtt skip, tá ið nýggi Fagraberg kom.

Fagraberg er í morgun staddur á svartkjaftafeltinum sunnast í føroyskum sjógvi.

Tað eru fleiri skip farin á svartkjaftavveiðu. Finnur Fríði kom á Tvøroyri í gjár, og Gøtunes siglur inn. Vit skrivað seinni í dag hvat teir hava.

Onnur føroysk skip á svartkjaftafeltinum eru Norðingur, Tróndur í Gøtu, Arctic Voyager, Borgarin og Christian í Grótinum. Fleiri útlendsk skip eru eisini á leiðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder