Mentan

Felagið Camping.fo hevur havt ársaðalfund

Í samband við árliga endatreffið, sum í ár er á Mølini á Eiði, skipaði Camping.fo fyri árliga ársaðalfundinum í Hólmahúsinum á Eiði í dag.

2022-09-05 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Formaðurin tey seinastu 15 árini, Ivan Skorheim ynskti at siga seg frá sum formann og at sleppa úr nevndini. Hann ynskti tó verða til hjálpar og bjóðaði seg fram sum eykalim. Krissolvur Johannesen, Næstformaður ynskti at sleppa úr nevndini, hann heldurt tó fram sum trúgvur stuðul hjá felagnum. Aðalfundurin takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu.

Fyri valið stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur.

Eftir áheitan, stillaði Katrin Haraldsen upp til nevndina aftur, hon varð við til at stovnað felagið og sat tá í nevndini í nøkur ár.


Vald í nevndina vóru hesi:

Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur kom nevndina.

Katrin Haraldsen,

Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur


Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Katrin Haraldsen, Forkvinna

Tórun Fredriksberg Dalfoss, Næstforkvinna

Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari

Magnus Jacob Magnussen, Skrivari

Tummas Heri Thomassen, Nevndarlimur

Rasmus Petur Tróndheim, 1. Tiltakslimur

Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur


Vinarliga Camping.fo

Nevndin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder