Mentan

Ferða- og myndafrásøgn, við Jóhonnu TG 326 á oyggjaleikunum 2025

Sluppin Jóhanna úr Vági luttók á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum.

2025-07-21 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Manningin taldi 17 mans. Siglingin niður til Orknoyggjarnar gekk væl, hóast sjaksveður, so hevði sluppin blíðan byr.

Sluppin var frammi í góðari tíð, tað vil siga tveir dagar áðrenn leikirnir byrjaðu, hetta gjørdi at manningin hevði møguleika at hyggja seg eitt sindur um á oyggjunum, millum annað var busstúrur gjørdur til søgulig støð, har hugt var at búsetingum, sum eru umleið 5.000 ár. Eisini var hugt at støðum, sum eru merkt av seinna heimsbardaga.

Føroyska ferðalagið, sum leitaði sær til Orknoyggjarnar í sambandi við oyggjaleikirnar, var stórt, og heilt nógvir føroyskir bátar sigldu suður, harímillum eisini træskipið Torshavn.

Orknoyggjarnar eru, eins og Skotland, kendar fyri at gera gott wiskey, tí gekk leiðin eisini á eitt flott distellarí. Distellaríið Scapa lá niðri við sjóvarmálan, líknandi føroyskum neystum, men við heilt serligum byggisniðið, nakað líknandi, Sjóvinnusavninum Messan, sum í løtuni verður bygt í Sørvági.

Freslunarherurin á Orknoyggjunum hevði stórt møti har allir føroyingarnir sjálvandi vóru vælkomnir. Manningin á Jóhonnu var á møti og sum altíð, tá frelsunarherurin hevur møti, vóru góðir tónar og góður boðskapur borðin fram.

Undir leikunum var Jóhanna ein miðdepil fyri føroyingarnar, nógvir føroyingar leitaðu sær til sangløtur umborð á sluppini um kvøldi, og vóru hetta stak hugnaligar løtur, við góðum tónleiki og góðum sangi. Lagið á føroyingunum var sum vera man gott, tí úrslitini hjá ítróttarfólkunum vóru framúr góð, hetta gjørdi sjálvandi gott grundarlag fyri hugnaligum kvøldsetum.

Heilt fitt av útlendingum vóru eisini áhugaðir í sluppini. Sluppir eru forkunnugar, tí so fáar eru varðveittar.

Sverri Steinhólm, prestur, hevði andakt umborð, har hann boðaði tað góða orðið.

Heimferðin var í allarfagrasta veðri, tað var so at siga stilli og havið lá spegilsblankt um sluppina. Náttúran vísti seg frá síni allar bestu síðu. Fitt av stórhvali og nógvur svartfuglur var at síggja.

Tá siglt var inn á Vág høvdu vágbingar leita sær á kaiina at taka ímóti Jóhonnu.

Myndir og orð: Hjalgrímur á Heygum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder