Vinna

Ferðafólkatalið methøgt í 2025

Ferðafólkatalið um Vága Floghavn setti aftur met í 2025.

2026-01-06 23:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

461.064 ferðandi fóru um flogvøllin, og er hetta 3,8% meira enn í 2024, tá talan var um 444.035.

“Hóast fyrsti ársfjórðingur av árinum var heldur slakur, so var so mikið av vøkstri restina av árinum, at talan samanumtikið gjørdist um 3,8% rætta vegin”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “Vøksturin er ikki stórur, men hóast alt er hugaligt at síggja framgongd, eina framgongd, sum vit eisini vænta fer at gera seg galdandi í 2026”.

Nøgdin av farmi, sum fór um Vága Floghavn í 2025, setti somuleiðis met.  Samanlagt fóru 8.419,2 tons av farmi um flogvøllin, og er hetta 16,3% meira enn tey 7.237,2 tonsini, sum talan var um í 2024.

“Her er tað serliga útflutningurin av laksi, sum FarCargo og Bakkafrost standa fyri, sum ger stóra munin.  Hetta virksemið tók av álvara dik á seg í 2024 og vaks munandi í 2025.  Útlit eru til, at vøksturin á hesum økinum heldur fram komandi árini”, sigur Regin I. Jakobsen at enda. 

Sí eisini:

Prát við Høgna Hoydal um burðardygga ferðavinnu

Viðmerking til skriv frá Vinnumálaráðnum.

Sí skrivi frá Vinnumálaráðnum her.

Hava gjørt 1500 metrar av gøtu og er brúgv gjørd um ánna úti á Grøv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder