Politikkur

Fía Selma spyr um at fiska við tveimum trolum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

2026-08-19 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyrjari: Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna

Svarari: Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum

Evni: At fiska við tveimum trolum

Spurningar:   

  1. Hvat hevði tað merkt fyri búskapin, um tað verður loyvt at fiska við tveimum trolum?
    1. Í hvønn mun hevði hetta merkt effektiviseringina av fiskiskapinum?
  2. Hvørjar ávirkanir metir landsstýrismaðurin, at fiskiskapur við tveimum trolum hevði havt á umhvørvið og stovnarnar?
    1. Hvørja ávirkan kann tað hava á djúpvatnsfiskin á ytru leið?
    2. Hvussu hevði hetta ávirkað burðardygdina í fiskiskapinum?
  3. Ætlar landsstýrið at gera nakað við møguleikan at fiska við tveimum trolum?

Viðmerkingar:

Endamálið við fiskidagaskipanini var at leggja upp til, at allur flotin skuldi fiska so effektivt sum møguligt.

Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt, ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum av teimum føroysku skipunum, tí undir Føroyum er sum kunnugt ikki loyvt at fiska við tveimum trolum.
Allir grannar okkara brúka møguleikan at vera so effektivir sum gjørligt, meðan skipini eru til fiskiskap.

Tí verða hesir spurningar settir. Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrisfólkið hevur um hesi viðurskifti.

Á Løgtingi, 19. august 2026

Fía Selma Nielsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder