Ítróttur

Filip Djordjevic verður við í 2022

EB/Streymur og Filip Djordjovic hava undirskrivað sáttmála.

2022-01-20 18:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld er sáttmáli gjørdur við Filip Djordjevic. Filip er 27 ára gamal og kemur upprunaliga úr Serbia. Filip flutti til Føroyar í 2010, og hevur síðani spælt við ymiskum feløgum, seinast í TB.

Filip hevur sambært FaroeSoccer leikt 256 dystir í bestu deildini og skotið 40 mál. Umframt hetta hevur hann leikt 34 dystir í steypakappingini, og 21 dystir í europa cup. Sostatt er talan um ein sera royndan leikara, sum kann røkja nógv pláss í álopspartinum. Vónin er, at tilgongdin av Filip eisini kann hjálpa okkara ungu leikarum at mennast enn meira.

Vit ynskja Filip vælkomnum, og bestu eydnu í felagnum, skrivar EB/Streymur,.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder