Mentan

Filmssýning í Gamla skúla leygardagin á Vestanstevnu - SÍ-MB í 1988

Á Vestanstevnu verður filmur vístur í Gamla skúla!

2022-07-06 10:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árið er 1988. MB hitar upp í Miðvági. Teir skulu til Sørvágs at spæla seinasta dyst hetta kappingarárið. Við MB-flaggi í veittrandi hond fylgja spentir MB-áskoðarar við í upphitingini. Um MB skal náa dreymin um uppflyting hetta árið, skulu teir vinna á sørvingum, sum ikki hava staðið seg eins væl í ár. Argasti kappingarneytin hjá MB hetta árið er SÍF. Teir eru beint í hølunum á MB. Skal SÍF flyta upp, má SÍ rætta teimum eina hjálpandi hond.

Tiltakið er ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg til við at bíleggja atgongumerki.

Í Gamla skúla í Sørvági á Vestanstevnu - fríggjadagin kl 17 og leygardagin kl 18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder