Vinna

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri við sild

.

2025-10-19 09:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði, sum hevur fiskað sild í íslendskum sjógvi, kemur á Tvøroyri fyrrapartin við góðum 1.600 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir sleppa framat um 4-tíðina, tá ið Beinur er liðugur at landa.

Fleiri føroysk og eitt íslendsk skip eru á feltinum í morgun - tey flestu íslendsku skipini eru liðug við sildakvotuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder