Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 48

Veðrið verður hampuligt tí kann roknast við at nógvir bátar og skip verða til fiskiskap

2025-11-24 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Samandráttur.

Línuskip. Seks frystilínuskip fiska við Føroyar og tvey við Ísland. Ísfiskalínuskipið fer vantandi út um vikuskiftið. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt. Okkurt frystilínuskip fer út í næstum.

Útróður: Bæði streymur og veðri verður brúkiligt, so tað verður nakað av útróðri. Bátarnir hava brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Vantandi fer onkur avstað í vikuskiftinum.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Tað eina parið er á Íslandsrygginum og fiskar tosk, meðan hini fiska mest upsa og so nakað av hvítfiski.Tað sjeynda parið fer vantandi avstað skjótt.  

Trolbátar. Bara ein er úti, men helst fara fleiri út, nú veðurvánirnar eru góðar. Vantandi landa allir síðst í vikuni.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder