Politikkur

Fjallasúkklubreytin við Vesturvarða skal endurskoðast

Hóast trý fylgjandi býráð hava samtykt at arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini..

2026-08-27 20:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tí fara vit á fundi í Mentamálanevndini komandi mikudag, at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir møguleikar eru.

Hetta merkir tó samstundis, at tað verður torført at fáa eina altjóða góðkenda súkklubreyt til Oyggjaleikirnar í Føroyum komandi ár. Og møguliga verður ístaðin ein fyribils loysn funnin, ið lýkir treytirnar hjá Oyggjaleikunum.

Vit eru greið yvir, at fyri fjallasúkkling í Føroyum er hetta sera harmiligt, og fyri Oyggjaleikirnar er hetta óheppið.Men fyri okkum í Tórshavnar býráð, eigur hetta at føra til sjálvsrannsakan.

Ein stórur meiriluti av býráðslimum bæði í samgongu og andstøðu hava arbeitt við hesi staðsetingini, síðan hon á fyrsta sinni varð samtykt í 2016. Ein stórur meiriluti hevur somuleiðis atkvøtt fyri tí í fleiri umførum.

Ført verður fram, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum aftaná, at tað varð samtykt í februar, hetta er ikki so, tó at tónin á sosialu miðlunum er vorðin bæði hvassari og harðari.

Longu í 2016 var staðsetingin til hoyringar hjá reiðfeløgunum, tá staðsetingin við vesturvarða varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini.

Hóast heitið rossagøtan hongur við, so er talan um eina gøtu á kommunalum øki, ið kommunan í stóran mun hevur gjørt og goldið fyri, og sum allir borgarar í kommununi hava sama rætt at nýta.

Gøtan hevur stóran týdning fyri tey, ið brúka hana, ið fyrst og fremst eru gongufólk, men eisini reiðfólk og súkklarar. Hon er eitt knútapunkt í tí stóra netið av náttúrugøtum, ið kommunan hevur gjørt í og kring býin.

Nú undirtøka ikki longur er fyri verandi uppskoti, fer mentamálanevndin og býráðið at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Elsa Berg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder