
The Cameronians var ein av teimum skotsku herdeildunum, ið vardi Føroyar undir krígnum. Saman við umboðum frá bretsku sendistovuni í Keypmannahavn og einum sekkjapípuspælara fara teir at luttaka á flaggdagshaldinum í Tórshavn og í Sørvági, har haldið í ár verður á Krígssavninum.
Hóast teir, ið eru á vitjan, eru veteranar, eru teir tó ov ungir til at hava tikið lut í seinna heimsbardaga. Hinvegin umboða teir herdeildina – og teir, ið ikki kundu vera við í dag.
Flaggdagshaldið byrjar kl. 16.30 við missiónshúsið Libanon í Sørvági, har skúlabørn fara at ganga skrúðgongu. Klokkan 17.00 byrjar haldið á Krígssavninum, har Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, heldur flaggdagsrøðu og Sørvágs tónleikarafelag spælir. Føroyska flaggið, ið varð vundið á stong fyri fyrstu ferð umborð á sluppini Eysturoynni, er til skjals á Krígssavninum, so fólk hava høvi at síggja tað og hoyra søguna um Hans Mikkelsen, skipara úr Sørvági, sum hevði Merkið liggjandi umborð til høvið og vant tað á stong eftir boðum frá enska hervaldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald