Annað

Fleiri NATO-skip í føroyskum sjógvi

Í kvøld eru fýra NATO-skip í føroyskum sjógvi.

2023-04-29 23:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2023  í Tróndheimi. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í 14 dagar og endar í Reykjavík. Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóøki at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO sum verjusamgongu at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðanífrá.

Tilsamans 14 skip, fýra kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Póllandi, Niðurlondum, Spania, Portugal, Norra, Íslandi, Danmark, Kanada, Fraklandi og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at onkur av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.

Hetta er annað árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder