Mentan

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

Gott ferðasamband er ein fyritreyt fyri, at kunna taka lut í samfelagnum.

2026-06-12 08:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðasamband er fyritreyt fyri, at fólk kunnu arbeiða, at vinnulívið kann virka, at fólk kunnu taka lut í frítíðar og mentanarlívi.

Í Nólsoy búgva umleið 220 fólk. Tey eru partur av miðstaðarøkinum, men kortini kenna tey seg til tíðir sum ein útjaðara, tí ferðasambandið er ikki nøktandi. Tað kom fram á borgarafundi í Nólsoy í vikuni.

Tey kunnu ikki taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við onnur, tí ferðasambandið er ikki lagað til nútíðina.

Strandferðslan hevur lógarkravda flutningsskyldu. Tí eigur Strandferðslan at fáa fleiri túrar í lag á Nólsoyarleiðini.

Eg vóni at frætta frá Strandferðsluni um, nær fleiri túrar verða á Nólsoyarleiðini.

Elsa Berg
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder