Ítróttur

Flogbóltssamband Føroya og Fair Play

Sambært kappingarskipanini skuldi seinasti dysturin í Føroya Tele deildini hjá monnum millum ÍF og Mjørlir spælast fríggjadagin 18. mars 2022 í Fuglafirði.

2022-03-27 11:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Týsdagin 15. mars boðar Flogbóltssamband Føroyra (FBF)  Mjølnir frá, at dysturin varð fluttur til sunnudagin 20. mars. Hesa avgerð mótmælti Mjølnir, grunda á, at tveir av teirra lyklaleikarum fóru av landinum dagin fyri nýggi dysturin var ásettur. Uttanladsferðin hjá mjørnirleikarunum var løgd til rættis fyri langari tíð frammanundan, og soleiðis, at hon ikki skuldi órógva landskappingina.

Mjølnir leikararnir bjóðaðu seg til at spæla dystin mikudagin 16. ella hósdagin 17. mars, men hesari umbøn noktaði FBF at ganga á møtið

Við skerdari manning, hevði annars sterka Mjølnir liðið lítlan møguleika at vinna á einum fullmannaðum ÍF liðið, sum teir annars hava haft gott tak á alt kappingarárið. Avgerðin hjá FBF, at spæla dystin sunnudagin 20 mars í staðin fyri, sum ásett, fríggjadagin 18 mars, fór tí at avgera hvørji lið komu í FM-finaluna. Vann ÍF dystin varðveittu teir møguleikan at koma í finaluni saman við Mjølnir. Vann Mjølnir dystin var SÍ í finaluni saman við Mjølnir.

Grundin til at FBF ynskti at flyta dystin var eftir øllum at døma, at FM í flogbólti fyri yngru deildunum var í Trongisvági sama vikuskiftið sum ÍF og Mjølnir skuldu spæla dystin í Føroya Tele deildini. Talan er um eina kapping, har øll liðini í Føroyum, frá gentir/dreingir 12 ár upp til mannsunglingar kappast um FM-heitið. FBF skipar kappingina, og teir høvdu av einhvørjari óskiljandi grund lagt dystin hjá dreingjum 16 millum ÍF og SÍ júst sama tíðspunkt, sum omanfyri nevndi dystur skuldi leikast í Fuglafirði. FBF hevði allar møguleikar at leggja hendan dystin leygardagin ella sunnudagin, tí kappingin í Trongisvági strekti seg yvir alt vikuskifti.

At FBF tekur atlit til at nakrir av yngru ÍF leikarunum skuldu spæla við dreingir 16 um FM í Trongisvági, ein dystur í FBF lættliga kundi flutt til leygar- ella sunnudagin, hava vit fulla virðing fyri. At FBF hinvegin ikki tekur sama atlit til manningna hjá Mjølnir skilja vit ikki. 

Vit í Sørvágs Ítróttarfelag (SÍ) kærdu avgerðina, og vístu á, at flytingin hjá FBF fór at avgerða hvørji lið komu í FM finaluna. Vit vístu eins og Mjølnir á, at skuldi dysturin flytast, kundi hann spælast mikudagin 16. ella hósdagin 17. mars, fyri at fáa ein rættvísan dyst, har bæði liðini vóru fullmannaði.

Eftir eitt sindur av samskifti aftur og fram millum nevndina í SÍ og FBF lovaði FBF, at flyta dystin til eitt seinni hóskandi tíðspunkt, har ÍF og Mjølnir vóru fullmannaði, fyri at tað skuldi verða so “fair” sum gjørligt fyri allar partar.

Avgerðin hjá FBF um “fair play” helt tó ikki leingi, tí longu tríggjar dagar seinni frættu vit uttanífrá, at FBF hevði ásett, at útsetti dysturin millum ÍF og Mjølnir skuldi spælast mikukvøldið 23. mars, vælvitandi, at støðan hjá Mjørnir var júst tann sama sum sunnudagin 20. mars. Avgerðin hjá FBF gav fullmannaða ÍF liðnum ein greiðan fyrimun at vinna á skerda Mjølnir liðnum., og tryggjaði teimun sostatt møguleikan at koma í FM-finaluna.

Við hesi avgerð føla vit okkum í Sørvágs Ítróttarfelag illa viðfarin av FBF.

Høvdu liðini spælt dystin sum ásett, ella hevði FBF flutt dystin til eitt tíðspunkt, har bæði liðini vóru fullmannaði, so helt FBF orð, og vit fingu ein rættvísan enda á kappingaárinum. Tað hendi tíverri ikki, og nú sita vit í Sørvágs Ítróttarfelag eftir við einum ringum smakki í munninum. Okkara spælarar føla seg fyri vannbíti, og skilja ikki hvussu FBF við einum pennastroki, kann ávirka endaspælið í Føroya Tele deildini hjá monnum, til fyrimuns fyri ÍF.

Spæligleðin, rættvísi og álitið á FBF hevur fingið eitt álvorligt skot fyri bógvin, nú FBF við síni avgerð hevur víst alt annað enn “fair play”.

 Nevndin í Sørvágs Ítróttarfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder