Vinna

FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag

.

2024-04-27 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Í dag verður greitt, hvør verður føroyameistari í Føroya Tele-deildini hjá monnum og kvinnum í flogbólti, tá seinnu FM-finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi.

Kl. 15 spæla kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr. Fleyr vann fyrru finaluna 3-2 og verður tí føroyameistari, um tær vinna dystin í dag – sama hvat settmunurin verður. Vinnur Dráttur dystin – sama hvat settmunurin verður – so hava bæði liðini vunnið hvør sín dyst, og so skal meistaraheitið avgerast við gullsetti upp í 15.

Kl. 18 spæla menninir hjá Mjølni og SÍ. Mjølnir vann fyrra finaludystin 3-0 og verður tí meistari, um teir vinna dystin í dag – sama hvat settmunurin verður. Vinnur SÍ dystin – sama hvat settmunurin verður – so hava bæði liðini vunnið hvør sín dyst, og so skal meistaraheitið avgerast við gullsetti upp í 15.

Hagtølini siga, at síðan farið varð at spæla FM-finalur í 2010, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. Verður tað øðrvísi í ár?

--------

Fyrstu ferð føroyameistaraheitið varð avgjørt við finalum, var í 2010. Fyrstu árini var spælt best av trimum dystum, men tað varð broytt í 2016, tá farið varð undir núverandi skipan, har spældir verða tveir finaludystir. Vinna liðini hvør sín dyst, so fellur avgerðin í gullsetti, sum gongur upp í 15.

Og brúk var fyri gullsettinum longu fyrsta árið, tá Dráttur og Fleyr – somu lið sum hesa ferð – vunnu hvør sín dyst. Gullsettið vann Fleyr 16-14. Síðani tá hava fýra aðrir føroyameistarar tryggjað sær meistaraheitið við gullsetti:

2017: Fleyr – SÍ, menn: 15-17. Tá høvdu liðini vunnið hvør sína finalu 3-0.

2021: Mjølnir – ÍF, menn: 15-11. Tá hevði ÍF vunnið 19-17 í fimta setti í seinna finaludystinum, sum útloysti gullsett.

2021: SÍ – Dráttur, kvinnur: 17-15. Tá hevði Dráttur vunnið 15-12 í fimta setti í seinna finaludystinum.

2022: Fleyr – SÍ, kvinnur: 15-12. SÍ vann seinna dystin 3-1, men hevði tapt tann fyrra 3-2, har Fleyr vann fimta sett 16-14, eftir at SÍ annars hevði verið frammanfyri 14-10.
 
Áðrenn gullsettið varð tikið í nýtslu í 2016, varð ein triðja finala spæld, um liðini høvdu vunnið hvør sín dyst. Fyrstu ferð tað hendi, var fyrstu ferð, at farið varð at spæla finalur í 2010. Menninir hjá SÍ og Mjølni vóru í finaluni og vunnu hvør sín 5-settara. Tí varð neyðugt við einum triðja og avgerandi dysti. Hann vann SÍ 3-0.

Bert eina aðru ferð eru tríggir finaludystir spældir. Tað var í 2015, at kvinnurnar hjá TB vunnu triðja finaludystin 3-0 á Drátti.

Síðani fyrstu finalurnar vóru í 2010, hava 14 av teimum tilsamans 56 dystunum verið fimmsettarar; seks ferðir hjá monnum og átta ferðir hjá kvinnum.

21 dystir eru endaðir 3-0; 11 hjá monnum og 10 hjá kvinnum. Bara fýra ferðir er tað komið fyri, at annað liðið hevur vunnið báðar finaludystirnar 3-0:

2013 kvinnur: Mjølnir – SÍ tvær ferðir 3-0
2014 menn: ÍF – Fleyr tvær ferðir 3-0
2018 kvinnur: Fleyr – KÍF tvær ferðir 3-0
2023 kvinnur: SÍ – Fleyr tvær ferðir 3-0

Í 2017 vunnu menninir hjá Fleyr og SÍ hvør sín dyst 3-0. SÍ vann síðan gullsettið 17-15.

Úrslitini, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010:

2024 kvinnur:
Fyrra finala 24. apríl: Dráttur - Fleyr 2-3 (18-25, 23-25, 25-17, 25-23, 9-15)
Seinna finala 27. apríl: Dráttur – Fleyr

2024 menn:
Fyrra finala 25. apríl: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-21, 25-13, 25-23)
Seinna finala 27. apríl: Mjølnir – SÍ

2023 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 26. apríl: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-18, 25-20)
Seinna finala 29. apríl: SÍ – Fleyr 3-0 (25-15, 25-18, 25-19)

2023 Menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 27. apríl 2023: Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)
Seinna finala 29. apríl 2023:  Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-23, 19-25, 25-18, 18-25, 15-12)

2022 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 31. mars 2022: Fleyr – SÍ 3-2 (18-25, 25-15, 21-25, 25-15, 16-14)
Seinna finala 2. apríl 2022: Fleyr – SÍ 1-3 (25-19, 17-25, 22-25, 17-25)
Gullsett: Fleyr – SÍ 15-12

2022 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 30. mars 2022: Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)
Seinna finala 2. apríl 2022: ÍF – Mjølnir 0-3 (12-25, 25-27, 16-25)

2021 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 1. apríl 2021: Dráttur - SÍ 0-3 (14-25, 18-25, 15-25)
Seinna finala 3. apríl 2021: SÍ - Dráttur 2-3 (25-21, 20-25, 23-25, 25-21, 12-15)
Gullsett: SÍ - Dráttur 17-15

2021 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra  finala 1. apríl 2021: ÍF - Mjølnir 1-3 (14-25, 22-25, 26-24, 21-25)
Seinna finala 3. apríl 2021: Mjølnir - ÍF 2-3 (25-21, 14-25, 23-25, 25-19, 17-19)
Gullsett: Mjølnir - ÍF 15-11

--------

2020 kvinnur: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: Dráttur
Nr. 3: KÍF

2020 menn: Mjølnir føroyameistari*
Nr. 2: SÍ
Nr. 3: Fleyr

*Hetta árið vóru ongar finalur, tí avgjørt var at enda kappingina, áðrenn hon var liðugt spæld, grundað á korunustøðuna, sum tá var. Avgjørt var tí, at støðan í landskappingini júst tá, skuldi nýtast sum endastøða fyri kappingarárið. 

--------

2019 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl 2019: Fleyr - SÍ 3-2 (23-25,25-20, 28-30, 25-23, 22-20)
Seinna finala 20. apríl 2019: Fleyr- SÍ 3-2 (23-25, 25-23, 25-23, 29-31, 15-11)

2019 menn: Mjølnir føroyameistari
Fyrra finala 18. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (29-31, 25-23, 25-27, 25-19)
Seinna finala 20. apríl 2019: Mjølnir - Fleyr 3-1 (27-29, 28-26, 25-22, 28-26)

--------

2018 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl 2018: Fleyr - KÍF 3-0 (25-17, 25-12, 25-11)
Seinna finala 14. apríl 2018: Fleyr - KÍF 3-0 (25-20, 25-23, 25-11)

2018 menn: ÍF føroyameistari
Fyrra finala 12. apríl 2018: ÍF - Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12)
Seinna finala 14. apríl 2018: ÍF - Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12)

--------

2017 kvinnur: Dráttur føroyameistari
Fyrra finala 13. apríl 2017: Dráttur - KÍF 3-0 (25-10, 25-21, 25-19)
Seinna finala 15. apríl 2017: Dráttur-KÍF 3-1 (25-22, 19-25, 25-19 og 25-23)

2017 menn: SÍ føroyameistari
1. finala 13. apríl 2017: Fleyr - SÍ 0-3 (22-25, 17-25, 22-25)
2. finala 15. apríl 2017: Fleyr - SÍ 3-0 (25-18, 26-24, 25-22)
Gullsett Fleyr - SÍ 15-17

--------

2016 kvinnur: Fleyr føroyameistari
Fyrra finala 24. mars 2016: Dráttur – Fleyr 1-3 (20-25, 10-25, 25-13, 13-25)
Seinna finala 26. mars 2016: Dráttur – Fleyr 3-0 (27-25, 25-23, 25-16)
Gylta settið: Dráttur – Fleyr: 14-16

2016 menn: SÍ føroyameistari
Fyrra finala 24. mars 2016: SÍ – Fleyr 3-1 (18-25, 25-14, 25-22, 25-19)
Seinna finala 26. mars 2016: SÍ – Fleyr 3-0 (25-21, 25-19, 27-25)

------------
Frá 2010-2015 varð spælt best av trimum dystum. Frá 2016 hava tvær finalur verið spældar, sum so verða avgjørdar við gullsetti, um liðini vinna hvør sín dyst.
------------

2015 kvinnur: TB føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2015: TB – Dráttur 3-2 (17-25, 15-25, 25-20, 25-17, 15-10)
Onnur finala 1. apríl 2015: TB - Dráttur 1-3 (22-25, 25-19, 22-25, 23-25)
Triðja finala: 2. apríl 2015: TB - Dráttur 3-0 (25-22, 25-18, 25-18)

2015 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2015: ÍF – Fleyr 3-1 (25-17, 25-11, 25-20, 25-10)
Onnur finala 1 apríl 2015: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-22, 25-20)

--------

2014 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 30. mars 2014: Mjølnir - Fleyr 3-1 (25-18, 25-14, 21-25, 25-19)
Onnur finala 5. apríl 2014: Mjølnir - Fleyr 3-2 (11-25, 25-22, 25-18, 24-26, 15-13)

2014 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 29. mars 2014: ÍF – Fleyr 3-0 (25-21, 25-10, 25-23)
Onnur finala 5. apríl 2014: ÍF – Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-15)

--------

2013 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 13. mars 2013: Mjølnir - SÍ 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)
Onnur finala 5. apríl 2014: Mjølnir – SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-09)

 
2013 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 14. mars 2013: ÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 26-28, 25-14)
Onnur finala 16. mars 2013: ÍF – SÍ 3-1 (23-25, 25-19, 25-13, 25-17)

--------

2012 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars 2012: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-27, 25-19, 25-18, 24-26, 15-08)
 Onnur finala 24. mars 2014: Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-14, 25-22, 26-24)

2012 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 18. mars 2012: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-20, 25-16, 25-14)
 Onnur finala 24. mars 2012: SÍ – Mjølnir 3-1 (25-17, 20-25, 25-21, 25-13)

--------

2011 kvinnur: Mjølnir føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars 2011: Fleyr – Mjølnir 1-3 (21-25, 24-26, 25-23, 21-25)
Onnur finala 27. mars 2011: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-18, 23-25, 23-25, 25-06)

2011 menn: ÍF føroyameistari
Fyrsta finala 26. mars 2011: ÍF – Mjølnir 3-2 (20-25, 32-30, 21-25, 25-16, 20-18)
Onnur finala 27. mars 2011: Mjølnir - ÍF 1-3 (18-25, 19-25, 25-21, 16-25)

--------

2010 kvinnur: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars 2010: SÍ – TB 3-1 (17-25, 26-16, 25-19, 25-22)
Onnur finala 21. mars 2010: SÍ - TB 3-1 (25-21, 25-13, 25-27, 28-26)
 
2010 menn: SÍ føroyameistari
Fyrsta finala 20. mars 2010: SÍ – Mjølnir 3-2 (19-25, 25-21, 28-30, 25-12, 15-09)
Onnur finala 21. mars 2010: SÍ – Mjølnir 2-3 (17-25, 25-19, 25-20, 22-25, 13-15)
Triðja finala 27. Mars 2010: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-22, 27-25, 25-16)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder