Annað

Fólkini fingu smávegis snuddir

Um 20:30 tíðina í gjárskvøldið hendi eitt ferðsluóhapp undir ellisheiminum á Sýnini í Miðvági.

2025-06-26 07:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tveir bilar vóru í ferðsluóhappinum, tann eini skuldi draga til vinstu út á høvuðsvegin, og rennur “frontalt” saman við hinum bilinum.

Fleiri sjúkrabilar blivu boðsendir, men tað var tí, at fimm fólk vóru í teimum báðum bilunum tilsamans.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at fólkini fingu bara smávegis snuddir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder