Mentan

Føroyar nr. 3 í seyðahundakapping

Kappingin um norðurlendska meistaraheitið er av og Føroyar blivu nr.3 í liðkappingini.

2022-08-07 18:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

NM 2022
Kappingin um norðurlendska meistaraheitið er av og Føroyar blivu nr.3 í liðkappingini.
Hetta hava verið sera góðir og spennandi dagar fyri tað føroyska landsliðið og teir fýra hundarnar, sum hava luttikið - og okkum, sum hava verið við - samtíðis sum tað hava verið góð úrslit!
Spenningurin hevur verið í hæddini hesar dagar, so hvørt sum kappast bleiv - og enntá tað, at Føroyar fáa ein finalu luttakara við, ger tað alt meiri spennandi og stuttligt at luttaka, og at vera við!
Tummas vann innleiðandi umfarið við Moss við 335 stigum og bleiv í dag nr.8 í finaluni við honum - og Tummas er við Linn nr. 18 við 242 stigum.
Páll við Milo fær 125 stig og Jónleif við Jett fær 89 stig.
Tíverri vóru teir diskaðir við Milo og Jett tann fyrra innleiðandi dagin!
At kappast uttanlanda og á altjóða støði er sera gott - men, eisini avbjóðandi og við øðrvísi umstøðum, ímun til tað vit hava í Føroyum.
Til NM hava vit fýra pláss og tilsamans eru 46 hundar við - umboðandi londini: Norra, Svøríki, Finnland, Danmark og Føroyar.
NM 2022 - sum lið er:
Svøríki nr. 1, Norra nr. 2, Føroyar nr. 3, Finnland nr. 4 og Danmark nr. 5


Tað skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder