Mentan

Føroyskar bókmentir og filmur góða móttøku í Paris

Fraklendingar sýndu føroyskum bókmentum og føroyskum filmi stóran áhuga, tá FarLit og Filmshúsið í døgunum 20. til 22. februar skipaðu fyri føroyskum bókmenta- og filmstiltøkum í Paris.

2022-02-25 09:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tiltøkini vórðu hildin í framsýningarhølunum Le Bicolore í Maison du Danemark á Champs-Élysées, har føroyska listaframsýningin ”Un éclat de soleil” verður sýnd fram til 13. mars.

Sunnukvøldið 20. februar var tiltakið ”Cinéma des îles Féroé”, har stuttfilmarnir ”Handanland” hjá Barbaru Lervig og ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal vóru sýndir. Aftaná sýningina kundu áskoðararnir seta leikstjórunum spurningar.

Mánadagin 21. februar skipaði Farlit fyri einum serstøkum tiltaki fyri fronskum forløgum og miðlafólkum. Seytjan fronsk forløg luttóku á tiltakinum, umframt miðlafólk frá eitt nú stóra franska dagblaðnum Le Monde.

Mánakvøldið 21. februar var tiltakið ”Soirée littéraire - Litterature des îles Féroé”. Á tiltakinum hevði Malan Marnersdóttir framløgu um føroyska bókmentasøgu og bók hennara “Litterature des îles Féroé”, sum júst er komin út. Rakel Helmsdal hevði framløgu um bók hennara “Kjarr”. Eisini lósu Jóanes Nielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger upp. Skaldsøgan hjá Jóanesi Nielsen “Glansbílætasamlarnir” kom út á fronskum í 2021.

Týskvøldið 22. februar var tiltakið ”Poésie & cinéma des îles Féroé” har Jóanes Nielsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Trygvi Danielsen (Silvurdrongur) og Dania O. Tausen lósu upp yrkingar, og heimildarfilmurin SKÁL hjá Cecilie Debell og Maria Tórgarð varð sýndur. Aftaná sýningina høvdu áskoðararnir høvi at seta spurningar til Mariu Tórgarð, leikstjóra, Daniu O. Tausen og Trygva Danielsen.

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í Paris 2022. Meira kunning um átakið er at finna (á fronskum) á www.lebicolore.dk

Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands. Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist, bókmentir, tónleik, film og sniðgeving í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022. Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder