
FSF: – Áðrenn, so lógu tær bara í einari eskju og samlaðu støv. Men nú fekk eg møguleikan at hanga tær upp, og eg haldi tað er stuttligt at kunna vísa fram, tá kundar og onnur koma á vitjan.
Tað sigur Odmar Færø um allar landsliðstroyggjurnar, sum hann hevur fingið aftaná landsdystir, og sum í dag prýða skrivstovuna í IDE Møblum, har sterki miðverjin arbeiðir.
Í farnu viku var FSF varpið á vitjan á arbeiðsplássinum hjá Odmari Færø, sum saman við landsliðnum er farin undir fyrireikingarnar til HM undankappingardystin móti Kroatia, ið verður á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald