Frá at verða partur av eini samgongu, sum móti endanum var so at siga handlingslammað av klandri, so sita Tjóðveldi og Framsókn í dag við øllum loysnum í andstøðu og tveita lógaruppskot sum konfetti yvir Tingið.
Tað er ringt at taka í álvara.
Nú kom so fíggjarlógauppskotið fyri 2027, sum vísir avlop fyri fyrstu ferð í fýra ár.
Eg visti væl, at andstøðan fór ikki at reisa seg og rópa eitt trífalt hurra fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni, men máti skal verða við øllum.
Kritikkurin frá andstøðuni higartil ljóðar, at yvirskotið er ov lítið, og at sparingar og nýskipanir eru ov lítlar.
Somu fólk, ið løgdu fram fíggjarlógaruppskot við reyðum tølum fleiri ár á rað, skelda nú út um, at svarta talið, ið Aksel Johannesen leggur fram, er ov lítið.
Somu fólk, sum seinastu nógvu árini hava latið skrúvuna ganga ein veg við støddini á landsumsitingini finnast nú at, at skrúvan gongur ov seint hinuveg.
Eg skal viðganga, at eg kundi gott hugsað mær størri rakstrarsparingar í teimum ovaru løgunum hjá landinum, har borgarin ikki merkir tað. Tað fara vit vónandi at megna betri framyvir. Men tað er bara løgið at hoyra tað frá somu flokkum, sum seinastu árini hava verið eksponentar fyri at vaksið um umsiting í Føroyum.
Vit kunnu so gleðast um eitt: Á sama hátt, sum man ikki longur spyr um vit skulu hava tilfeingis- og tøkugjøld í fiski- og alivinnuni, men bara um hvussu stór tey skulu vera, og hvussu tey skulu skrúvast saman, so spyr eingin um vit skulu minka um umsiting av vælferðartænastum fyri at fokusera á vælferðartænasturnar sjálvar, men um hvussu vit skulu gera hetta.
Har er andstøðan eisini, og tað er framstig.
Ben Arabo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald