2026-04-02 13:14
Byrjað verður við ókeypis døgurða og onkrum góðum omaná.
Uppskot til aðalfundin skal verða nevndini í hendi 10 dagar fyri fundardagin.
Øll áhugað kunnu gerast limir í felagnum.
Vit skulu skifta ein part av nevndini út. Vit hava fólk, ið vilja stilla upp, men um tit vita onkran afturat, sum hevur hug at koma í nevndina, so eru tit vælkomin at boða nevndini frá hesum.
Okkara tónleikarar skipa fyri felagssanginum.
Okkurt undirhald verður eisini.
Av tí at vit bjóða døgurða, mugu tit tekna tykkum, so vit vita, hvussu nógv koma. Sigið frá hjá Thurid tlf. 221432 í seinasta lagi mik. 8. apríl. Vónandi koma nógv fólk á fund.
Vága Pensjónistafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald